Russiski búskapurin hevur leingi havt fleiri avbjóðingar at dragast við, og tað er ikki blivið betri av, at Russland nú á øðrum ári førir álopskríggj ímóti Ukraina. Tað stendur millum annað at lesa í nýggjari frágreiðing frá tankasmiðjuni Center for Macroeconomic Analysis and Short-Term Forecasting, sum hevur heimstað í Russlandi og vanliga verður hildin at hava ávíst tilknýti til Kreml.
Men frágreiðingin er bersøgin, og sigur tingini sum tey eru, skrivar Reuters. Millum annað verður sagt, at tað er neyðugt at handla alt fyri eitt, skal gongdin vendast til tað betra.
- Fleiri vesturlendskar fyritøkur eru rýmdar úr Russlandi eftir at kríggið byrjaði, vestanlondini hava sett búskaparlig tiltøk í verk ímóti Russlandi sum gera, at rávørur og arbeiðsmegi manglar í stórum, og tað hevur gjørt støðuna enn truplari, at Russland hevur svarað við eisini at seta innflutningsbann á vørur úr fleiri londum, verður millum annað sagt í frágreiðingini.
- Ein loysn kann vera, at økja um framleiðsluna við millum annað at brúka fleiri tólmenni, verður eisini sagt í frágreiðingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo