Fólkaflokkurin skipaði hóskvøldi fyri tiltaki undir heitinum “Vinnu- og fullveldispolitikkur”.
Har vóru fleiri áhugaverdar framløgur. M.a. greiddi stjórin á Bakkafrosti væl og sakliga frá, hvussu hann sær javnvágina millum øðrumegin at hansara fyritøka rindar eitt rímiligt tilfeingisgjald, og hinumegin at hon skal hava styrkina til neyðuga menning og íløgur.
Regin Jacobsen segði ikki eitt orð um samstarvið Russland – hóast Bakkafrost tók seg av russiska marknaðinum eftir álopið á Ukraina.
Aðrir luttakarar tosaðu nógv um Russland. Og hjá fleiri snúði tað seg um at grundgeva fyri, hví vit onga ábyrgd skulu taka, nú eitt europeiskt land er álopið, og eitt barbariskt kríggj herjar í okkara heimsparti.
Hálvtannað ár er farið síðani álopið. Níggju býir eru lagdir heilt ella lutvíst í oyði. Óteljandi bygdir eru oyðilagdar. Túsundtals fólk eru deyð. Milliónir eru rikin frá húsi og heimi. Børn eru stolin og flutt til Russlands. Krígsfangar, hvørs brotsgerð var at verja sítt egna land, eru tortureraðir. Ein stórur partur av landinum er dekkaður av landminum, sum fara at spreingja beinini av fólki nógv ár fram í tíðina. Útflutningurin av korni er saboteraður við katastrofalum fylgjum í fleiri fátøkum londum. Ein stór vatnbyrging er sprongd við ræðuligum avleiðingum. Og so víðari.
Tí stendur Putin ákærdur fyri krígsbrotsverk. Og tí taka okkara grannar stór stig fyri at steðga honum.
Men hjá okkum snýr tað seg um at sleppa undan ábyrgdini.
“Vit gera ikki minni enn onnur...”
Ein vanligur taktikkur er at finna okkurt, sum onnur lond ikki gera, samanbera okkum við tað – og tiga burtur tað, hini londini faktiskt gera. T.d. hoyra vit nógv um, at Norra ikki hevur stongt allar sínar havnir – men minni um tann kolossala stuðul, Norra hevur latið Ukraina.
Hóskvøldið segði Tórbjørn Jacobsen seg illa duga at skilja, hví Føroyar skulu standa “ovast á sigursskamlinum”, tá tað snýr seg um sanktiónir. Og so vísti hann til, at Týskland hevur økt sín útflutning til nøkur lond, sum eru í tollsamgongu við Russland.
Eingin ivi er um, at hesar týsku vørur enda í Russlandi. Men tað er ikki týski, politiski viljin. Og tí verður nú kannað, um til ber at víðka tiltøkini til at fevna um hesi lond.
Og Týskland hevur altso tikið ábyrgd á so mangan annan hátt.
Áðrenn russiska álopið innfluttið Týskland helvtina av gassinum og triðingin av oljuni beinleiðis úr Russlandi. Nú eru hesi tøl null.
Týskland hevur ikki bara latið munandi humaniteran stuðul og tikið flóttar. Týskland hevur eisini latið hernaðarligan stuðul til Ukraina fyri umleið 55 milliardir krónur. Hetta tal kann økjast við 100 milliardum afturat komandi árini um tørvur verður á tí.
Kanska ikki so stór tøl, men fyri Týskland er hetta ein sera prinsipielt. Fyri tað fyrsta tí landið í skjótt 70 ár hevur hildið seg frá slíkum orsakað av skugganum frá nazismuni, og fyri tað næsta tí Týskland hevur gingið á odda í at byggja upp handilssamstarv við Russland í teirri trúgv, at tað fór at gera kríggj óhugsandi.
Men russiska álopið verður mett sum eitt so stórt brotsverk og ein so stór hóttan móti øllum Europa, at moralska pliktin bleiv ov stór. Tað var ein sera herskin biti, men Týskland valdi at víkja hjá síni pasifistisku kós og taka ábyrgd.
Og tann ábyrgd, Týskland hevur tikið, er nógv størri enn tann, Føroyar hava tikið. Eisini lutfalsliga.
Danmark
Fyri at sleppa undan at taka ábyrgd eru nógv sum royna at gera hetta til eitt stríð millum Føroyar og Danmark. Tað gjørdi Tobbi eisini. ”Sanktiónstrýstið á landsstýrið kemur bert úr Danmark”, segði hann.
Men tað er einki trýst komið úr Danmark – annað enn at parlamentarikarar, journalistar og onnur hava sagt sína hugsan. Danska stjórnin hevur einki trýst lagt á okkum.
Hinvegin hevur bretska stjórnin í fleiri umførum lagt trýst á okkum við formliga at boðað landsstýrinum frá, at okkara samstarv við Russland er órógvandi fyri bretar.
Men taktikkurin hjá summum er tann sami sum so ofta: Kann mann gera hetta til eitt stríð millum Føroyar og Danmark, so skuggar tað fyri tí, málið snýr seg um.
Mugu ikki fornerma Putin
Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrosti, legði á fundinum fram eitt roknistykki, sum lýsti samstarvið við Russland í tølum. Sambært honum gevur samstarvið ikki undirskot, sum útrokningar hjá Árna Dam vísa. Tað stendur heldur ikki upp og niður, sum búskaparfrøðingar hjá landsstýrinum siga. Nei, boðini vóru, at Føroyar vinna fleiri 100 milliónir meira við at samstarva við Russland, enn vit kundu gjørt, um vit sjálv fiskaðu tann fisk, vit lata Russlandi.
Har var ógvuliga nógv, sum kann diskuterast. Millum annað koyrdi hann okkara fiskarí í russiskum og norskum øki í sama pott. Men lat tað liggja.
Tað, eg hefti meg við, var, tá hann umrøddi avleiðingarnar av møguligum politiskum átøkum.
Tað mest sannlíka helt hann vera, at havnirnar verða stongdar fyri 2/3 av russiskum skipum (t.e. teimum skipum, sum ikki fiska av umbýtiskvotuni) og at avmarkandi tiltøk verða sett í verk fyri tey russisku skip, sum fiska av umbýtiskvotuni.
Hann vænaði altso, at útflutningurin til Russlands heldur fram. Og at fiskiveiðiavtalan heldur fram. Men at vit steingja havnirnar fyri teimum skipum, sum ikki eru beinleiðis knýtt at hesi avtalu.
Símin Pauli tóktist ikki vera heilt álvuligur við hetta. Hann segði: ”Vit kenna ikki avleiðingarnar, um hetta verður valt. Tí her kunnu russar koma við einum mótsvari, har teir siga, at hetta góðtaka teir ikki, so teir siga fiskiveiðuavtaluna upp.”
Eitt er, at fólk, sum liva av verandi samstarvi við Russland, hugsa soleiðis. Eingin kann krevja, at tey skulu taka onnur atlit.
Men henda hugsan hevur eisini vunnið sær veg inn í politisku skipanina. Javnan hoyrist frá politikarum, at vit mugu vera varin, tí taka vit nakað stig, sum gongur ímóti áhugamálum Russlands, kann Russland svara aftur. Altso: Stýrið hjá Putin má ikki fornermast!
At ein stórur partur av løgtinginum er ímóti at vit taka sjálvt minimal stig móti einum stýri, sum fremur ófatiligar brotsgerðir, er ein ræðandi áminning um ta politisku spennitroyggju, samstarvið við Russland leggur okkum í.
Hugsið tykkum um Bretland, USA, Norra, Týskland, Baltalond, Danmark, Frakland, Finnland og onnur hugsaðu soleiðis? So hevði Ukraina ikki fingið nakran hernaðarligan stuðul, og so er lítið sannlíkt, at Ukraina var til í dag. Hvør so hevði staðið fyri skotum, kunnu vit bara gita um.
Rímilig krøv
Símin Pauli Sivertsen segði eisini í síni framløgu, at fiskaðu vit sjálv tað, vit lata Russlandi (umleið 100.000 tons av fiski), so kundi tað fiskast av tveimum smáum skipum, og avleidda virksemið hevði verið næstan einki.
Tað eru annars vinnulívsfólk í landinum, sum síggja stórar møguleikar í teimum risanøgdum, sum vit lata Russlandi.
Og tað eru fiskimenn, sum halda tað vera burturvið, at vit lata russisk skip fiska so nógv inni hjá okkum – uttan, at vit hava nøktandi eftirlit við teimum.
Russar síggja, eyðvitað, eisini stórt virði í tí, teir fáa. Og teir tryggja sær ikki bara, at tvey skip fáa rættin at koma inn á okkara øki at fiska. Nei, talið er 29. Tey eru risastór. Og 29 er ov lítið, halda teir, so í nýggjasta sáttmálanum vilja teir hava talið hækkað til 30 skip.
Hóast teirra trol eru minni enn tey føroysku og hagreiðingin er øðrvísi, so kann tað aldrin í verðini vera neyðugt, at 29 risastór russisk skip fáa lisens til at fiska hasi 100.000 tonsini á føroyskum øki. Og tað ger tað sjálvandi nógv truplari at fáa í lag nakað veruligt eftirlit.
Legg so afturat, at hesi skip kunnu gerast – ella longu eru – partur av hernaðarligu tilbúgving Russlands. Tað er altso ikki til stuttleika, at onnur lond hava stongt fyri teimum.
Eitt uppskot kundi tí verið, at vit, um vit endurnýggja fiskivinnuavtaluna, geva, ja, um ikki tveimum, so t.d. eini seks ella sjey russiskum skipum loyvi at fiska her. Tá kundu vit eisini betri sett sum krav, at føroyskt eftirlit er umborð á teimum øllum.
Hetta høvdu verið púra vanlig og púra rímilig krøv at sett.
Men hinvegin: Kanska Putin hevði blivið fornermaður...
Sjúrður Skaale
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo