Russisk ferðafólk eru ikki vælkomin í Noregi longur.
Tað hevur norska stjórnin boðað frá.
Kríggið ímillum Russland og Ukraina er orsøkin til, at Noreg nú ikki longur vil hava russisk ferðafólk á vitjan.
Norski løgmálaráðharrin, Emilie Enger Mehl, sigur við miðilin VG, at herðingin av innferðarreglunum nú kemur eftir eina longri tíð við herðingum á ymsum økjum, sum allar hava havt til endamáls, at forða russiskum statsborgarum at koma til Noregs, so leingi sum Russland førir álopskríggj ímóti Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo