Nú kríggið í Ukraina skjótt fer inn í sítt triðja ár, hevur russiski forsetin fingið ein trupulleika á heimafrontinum - serstakliga um forsetin hyggur á hillarnar í handlunum.
Matvørur sum bananir, appilsinir, tomatir og ikki minst egg eru vorðnar sera dýrar síðani endan av 2023. Og serliga egg eru dýrkað munandi.
Hetta merkist hjá teimum sum keypa í Moskva.
- Prísirnir eru farnir upp. Tað er ógjørligt at fáa nakað at eta, tí tað er so dýrt, sigur moskvabúgvin Irina, sum hevur verið og kweypt í russiska høvuðsstaðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo