Ein russiskur maður kláraði á løgnan hátt at koma umborð á SAS-flogfar úr Keypmannahavn til Los Angeles uttan ferðaseðil ella pass.
Tað var ikki fyrr enn maðurin skuldi gjøgnum eftirlitið á LAX-flogvøllinum í Los Angeles at rakt var við at hann ikki hevði ferðaseðil ella góðkenda legitimasjón. Navn hansara var heldur ikki at síggja á listanum yvir ferðafólk, skrivar Fox News
Nú er maðurin, sum bæði er russiskur og ísraelskur ríkisborgari, ákærdur fyri at hava ferðast sum loyniferðafólk við SAS-flogfarinum SK931 úr Keypmannahavn til Los Angeles 4. novembur í ár, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo