Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russarar fara harðliga fram, tá teir skulu finna fólk at senda á frontin at kríggjast ímóti Ukraina.

Talið á fangum í russiskum fongslum er minkað við 150.000 í mun til tá kríggið byrjaði, veit Washington Post at siga. Og fólk við stórari skuld fáa javnan tað tilboðið frá pantifútanum, at ein túrur til frontin í eitt ár kann hava gagnliga ávirkan á restskuldina.

Eisini fremmandaarbeiðarar, migrantar, serlig teir sum ikki hava fingið øll síni loyvir í ordan, eru í vanda fyri at enda á frontinum ímóti sínum vilja. Ein søga er um Gulnaru, sum akkurát megnaði at keypa sonin leysan fyri 12.000 krónur, annars hevði hann verið sendur til frontin. Sonurin var ikki lógliga í landinum, og eftir at mamman hevði goldið, slapp hann at fara av landinum uttan nakra revsing.

Etniskir minnilutar eru eisini meira útsettir. Fólk eru ofta fátækari, og herfyri skrivaði miðilin Ljudi Bajkala, sum kemur út í eystursibiria har ein stórur mongolskttalandi minniluti býr, at menn sum búgva har eru í 75 ferðir størri vanda fyri at doyggja í Ukraina enn fólk sum búgva í Moskva.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo