Tann Olympiska nevndin, IOC, boðar nú frá, at Russland ikki sleppur at luttaka á vetrarolympisku leikunum, sum standa fyri framman í Pyeongchang í Suður Korea næsta ár.
Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í kvøld.
Hendan avgerðin kemur í kjalarvørrinum av avdúkingunum um doping ímillum russiskar íðkarar - avdúkingar, sum komu fram fyri nøkrum árum síðan, og sum ikki fekk avleiðingar fyri russar í sambandi við summarolymisku leikirnar, sum vóru í Rio de Janeiro í Brasilia í 2016.
Nakrir russiskir íðkarar kunnu tó luttaka til OL undir tí olympiska flagginum, sigur IOC á Twitter.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo