Russar hava ment nýtt hátøknifrøðiligt vápn sum millum annað eisnini kann brúkast til at órógva sivila flogferðslu.
Tað skrivar TV2.
Eitt sum vápnið kann er at jamma GPS signalini so eitt nú flogfør ikki fáa navigerað, og útgerðin er sett upp í Kaliningrad, skamt frá Skandinavisku hálvoynni.
Amerikanska tankasmiðjan Jamestown Foundation, sigur, at russar eru komnir langt við at menna hesa nýggju tøknina sum kann brúkast til elektroniskt kríggj, og í nógvum førum er tøknin betri enn tann, sum Nato londini ráða yvir.
Útgerðin hjá russum hevur longu órógva sivilu flogferðsluna. Eitt nú máttu tvey ferðafólkaflogfør hjá Finnair í síðstu viku venda við, tí GPS útgerðin umborð brádliga ikki virkaði. Og 14. mars var eitt flogfar við bretska verjumálaráðharranum, Grant Snapps, umborð, rakt av jamming, tá tað var ávegis heim úr Póllandi, har verjumálaráðharrin hevði verið á vitjan. Eisini datt ein amerikansk hernaðardrona, sum fleyg yvir Póllandi, niður 18. mars. Russar siga, teir brúktu nýggju útgerðina til at fáa dronuna at detta niður. Amerikanarar hava ikki gjørt viðmerkingar til málið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo