Amerikanski journalisturin Tucker Carlson hevur tosað við Putin forseta, og ríkismiðlarnir í Russlandi eru sera vónríkir.
Danska TV 2 hevur skrivað drúgva grein um hendingina.
Navnið Tucker Carlsons er nevnt yvir 2000 ferðir í russisku miðlunum síðani 29. januar sambært einum yvirliti hjá miðlinum Ostorozhno Novosti.
- Samrøðan hjá Carlson við Putin fer at broyta almennu hugsanina í Vesturheiminum, skrivar avísin Komsomolskaja Pravda, sum hevur havt einar 50 yvirskriftir um vitjanina hjá Tucker Carlson í Russlandi.
- Samrøðan hjá Putin við Carlson verður ein bumba, skrivar avísin Moskovskij Komsomolets, sum hevur skrivað um hendingina við 18 greinum.
- Henda samrøðan fer at hindra at Triði Heimsbardagi brestur á, skrivar miðilin Tsargrad, sum hevur skrivað 30 blaðgreinir um Tucker Carlson.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo