Tórshavnar kommuna: Kavi og hálka eru orsøkin til, at vanliga húsarhaldsburturkastið og grøna ílatið ikki eru tikin í fleiri økjum í gjár og í dag.
Kommunan kunnar nærri, tá ið tað ber til at siga, nær írestandi ruskið verður tikið.
Tryggja tær viðkomandi kunning
Vilt tú tryggja tær, at tú altíð fært viðkomandi kunning frá kommununi, ert tú vælkomin at tekna teg til okkara tíðindabræv. So fært tú beinanvegin at vita, tá ið broytingar ella ólag er í kommunalu tænastunum, til dømis ruskinnsavningini, bussleiðini og talgildu tænastunum.
Tá ið tú teknar teg til tíðindabrævið, ber til at velja, hvørji evni tú vilt kunnast um. Tú kanst altíð frámelda tænastuna við at trýsta á »Frámelda tíðindabræv« niðast í tíðindabrøvunum, tú fært frá kommununi.
Tekna teg til tíðindabrævið á forsíðuni, sum tú finnur her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo