Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Rusk frá í fjør heyst stendur enn í Mykinesi - og tað luktar!

Rusk frá í fjør heyst stendur enn í Mykinesi - og tað luktar!

- Tað stinkar! Báturin var her í desember við olju og fór tómur innaftur. Hvussu leingi skulu vit finna okkum í hesum?

Frustratiónin er týðulig hjá mykinesfólki um støðuna í oynni viðvíkjandi burturkastinum. Ymiskt burturkast frá slaktinum er partur av ruskinum sum skjótt hevur ligið har í hálvt ár. Og tað er ikki minst tað sum fólk í oynni nú hava stóran ampa av, tí tað luktar so illa. Men eisini tómar oljutunnur standa í hópatali, og kunnu skjótt fara á flog tá nógvur vindur er.

VP skrivaði annars um sama mál 1. desember í fjør, eftir at myndir vórðu komnar frá fólki ið vitjaði í Mykinesi. Tá varð sagt av avvarðandi myndugleikum, at ruskið fór at verða heintað fyrsta dagin.

Men enn er onki hent.

- Vit skilja væl, at tað kann vera trupult at leggja at her tá ókyrt er. Men her var kyrt ein stóran part av november mánaða, siga fólkini í Mykinesi, sum ikki leggja í at leggja navn til.

- Vit vilja helst ikki ljóða sum grenj, vit hava brúk fyri allari vælvild, men hetta er við at blíva for stuttligt nú, siga tey.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo