Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Rúsandi heilivágur
Spurningar:
1. Hvussu er býtið av diagnostiseringum av ADHD millum tað almenna og privatstarvandi serlæknar?
2. Hvussu er býtið av útskrivaðum Ritalin og kopiheilivági millum tað almenna og privatstarvandi serlæknar?
3. Í hvønn mun samstarvar almenni geirin við privatstarvandi serlæknar um diagnostisering og viðgerð av ADHD?
Viðmerkingar:
Síðani 2016 er útskrivaða nøgdin av Ritalin og øðrum ADHD-heilivági hækkað frá 8,4 samdøgursskamtum (DDD) til 31,9. Tað vil siga, at nýtslan er næstan fýrafaldað uppá 7 ár. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í heilsumálum, Margit Stórá, í svari uppá fyrispurning frá undirritaðu.
Samstundis sum nýtslan er vaksin frættist javnan, at alsamt fleiri ungir føroyingar brúka reseptheilivág at rúsa seg við – serliga ADHD-heilivág, sum Ritalin og annan kopiheilivág. Og nú er løgreglan eisini í miðlunum og greiðir frá, at tað er ein vaksandi trupulleiki, at ung fólk koyra, meðan tey eru ávirkað av rúsevnum ella heilivági.
Í fyrra svarinum frá landsstýrismanninum verður upplýst, at vit í Føroyum hava gjørt av at brúka annan heilivág enn Ritalin og kopiheilivág fyri at minka um vandan fyri skeivari nýtslu. Allíkavæl er nøgdin av Ritalin og kopiheilvági, sum kann brúkast at rúsa seg við, nógv vaksin – frá 7,5 DDD (samdøgursskamtum) í 2016 til 17,3 í 2022.
Í svarinum verður eisini upplýst, at allir læknar kunnu útskriva ADHD-heilivág, men bert serlæknar kunnu diagnostisera og seta viðgerðina í gongd. Í Føroyum fer hetta fram bæði hjá almenna heilsuverkinum, men eisini á privatum viðgerðarstovum.
Tí er áhugavert at fáa upplýst, hvussu býtið millum tað almenna og privatar viðgerðarstovnar sær út.
Á Løgtingi, 11. mai 2023
Liljan Weihe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo