11. desembur fær føroyska sjómansheimið, Hotel Ørkin, í Reykjavík nýggjan leiðara. Tá tekur 49 ára gamli gøtumaðurin Rúni Klein Joensen, við leiðsluni.
Tað skrivar Trúboðin.
Rúni hevur handilsskúla og hevur lisið Handilsøkonumi við sergrein innan samskiftið, sølu og leiðslu. Hann hevur millum annað, starvast sum sølumaður og leiðari. Síðstu 12 árini hevur Rúni verið ognarseljari. Hann er familjumaður, og í frítíðini fyllir ítrótturin nógv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo