Dagurin 1. oktober er stovningardagur hjá Tórshavnar sløkkiliði. Í samfull 87 ár hevur sløkkilið verið til reiðar, tá ið eldur hevur herjað, tá ið ódnarveður hevur leika í og tá ið borgarar hava havt aðra átrokandi hjálp fyri neyðini.
Við dugnasemi og ágrýtni hava tey verið skjót á staðnum í sambandi við eldsbrunar, ferðsluóhapp og aðrar skaðatilburðir.
- Sløkkiliðið hevur eina serliga atdráttarmegi. Tá ið brandbilarnir fara í flokki og rað gjøgnum býin, spíla serliga børnini eyguni upp, og tann størsta upplivingin er at sleppa inn í bilarnar at trýsta á floytuna. Soleiðis spratt kanska eisini fyrsti tankin um at gerast sløkkiliðsmaður hjá summum tykkara, sum vit í dag heiðra, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá ið hon helt røðu seinnapartin.
RUNDIR DAGAR Á SLØKKILIÐSSTØÐINI Dagurin 1. oktobur er stovningardagur hjá Tórshavnar sløkkiliði. Í samfull 87 ár hevur...
Slået op af Tórshavnar kommuna i Torsdag den 1. oktober 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo