Nú fólk gita hvør gevur mær upplýsingar, skal eg upplýsa at eg varði av einari umsókn. Havi ofta tosa við Tóra, Terja, umsiting og borgarstjóra. Mær tørvar tí ikki lekar. Mær tørvar ikki at tosa við Jonhard Danielsen og tá ein politikari hevði hug at halda at tað var har eg hevði upplýsingar, fortaldi eg honum, at um hann nakrantíð segði hatta aftur, fekk hann almenna avhølving sum hann ongantíð hevði fingið fyrr og tað stendur við og er galdandi fyri onnur eisini og er ikki avmarka til eitt stk. og er heldur ikki tíðaravmarka.
At gera mínum børnum órætt er ein feilur. Í prinsippinum er onki mark fyri hvussu stórur tann feilurin kann blíva.
Eg veit tað er eitt stórt tak. Eg veit at nú byrja summi at verja seg í flokki fyri tí ella honum í koma skal.
Eg trívist best á smala vegnum. Hava teir hug at standa saman og verja tað sum hendir á breiða vegnum, so taka vit tað við. Vit lesa um at venda hin kjálkan til, tá onkur slær. Men ongastaðni stendur at vit skulu hyggja at meðan órættur verður framdur móti øðrum. Sjálvt tann sum onki gjørdi og gravaði talentirnar niður fekk átalu.
Tobbi hevur vinir. Fleiri kenna til seyð og mun á uttangarðs og innangarðs, so teir vita ivaleyst hvat tænir teimum best. Og nú vita teir, at verði eg umrøddur, so verða teir eisini umrøddir.
Kommunustýrislimir møta væl upp í Guds húsi. Tey standa væl saman. Hví tey stuðla fólki heldur enn at heita á tey um at fara av breiða vegnum yvir á smala vegin er mær ein gáta. Men eg sá dokumentar frá 2010 úr Ukraina í vikuskiftinum, har fólk fortaldu at tey hugdu at tá jødarnir blivu avrættaðir niður í hópgrøvir og síðan fóru tey og løgdu greinar og mold omaná so tey næstu sum skuldu avrættast ikki sóu. Og tey kendu, tí at onkur sum gjørdi hetta vóru syskinabørn hjá hálvum jødum, sum vóru millum tey avrættaðu. So undarlig eru vit menniskju.
Heimskendi psykologurin, Jordan Peterson greiddi frá, : Um tit vóru í seinna heimsbardaga so siga tit, at tit høvdu verið Schindler. Tað er ikki rætt, tit høvdu verið fangavørurin!! Soleiðis er menniskjan.
At kommunustýrislimir bara lata standa til, er tí í prinsippinum menniskjasligt. Men tað er ikki at gera sína skyldu. Tað er skeivt. At gera órætt móti borgarum, við at lata standa til, er at ganga á breiða vegnum.
Fari at citera Indiskan mann sum talaði í Kelduni 11 september. Tað hann segði er eisini galdandi fyri kommunustýrislimir. Hann fortaldi: Ein maður var deyðanum nær, tí hann onki át. Tey spurdu hann, um hann trúði at hann fekk tað betri um hann át. Ja tað trúði hann. Og so endurtók hann spurning og svar 3 ferðir. Og sama svar frá hungaða manninum. Men so doyði maðurin. Og so segði prædikumaðurin: Maðurin trúði, men tað var ikki nóg mikið til at bjarga honum! Hann handlaði ikki eftir sínari trúgv og tí doyði hann! Soleiðis er við kommunustýrislimum. Teir trúgva, men ferðast fegnir á breiða vegnum.
Tað verður sum í sanginum Dreymurin, sum Alex sang: ...Eg ei teg kenni, fær og tæn tí harra tú tænti har... Pápi vit ei tær fylgja... Tú verður aldri okkar pápi meir.... Í sanginum vaknaði hann úr dreyminum. Um kommunustýri vaknar vita vit ikki.
Eg lærdi stórsta partin av bíbliuni í bíbliusøgu í skúlanum og eri annars uppvandur við Guds orð og at gera tað sum er rætt og at fáa átalu fyri tað sum var skeivt. Klári meg við at lurta eftir Poul Færø og Bispi. Brúki meginpartin av tíðini á smala vegnum, tó at breiði vegurin ikki er mær ókendur. Eg skilji ikki hví fólk fara í kommunustýri og so sannlíkt enda sum fýrbøtarar, enntá við stuðli frá øðrum trúgvandi, sum eru so fitt, at tey ikki tora at biðja tey koma yvir aftur á smala vegin.
Kæran til Løgtingsins umboðsmann
Tað er Havnanevndin, sum hevur skyldu at avgreiða málini. Enntá uttan at spyrja borgarstjóran. Bara so at fólk vita, hvør hevur ábyrgdina av óskilinum. Tað er í prinsippinum ikki Tobbi. Tó er tað ivaleyst soleiðis at øll ræðast Tobba og tí gera tey ikki sína skyldu. Tað er so lítið skil á tí ein fær upplýst í umsitingini, at ongin er so skilaleysur uttan at blíva uppsagdur.
Tann, sum kærdi til Lum var ein eldri maður. Hann hevur søkt um loyvi at byggja neyst, tí at grannin, sum er sambúgvi hjá systir Ludvík við Stein, hevði fingið loyvið og bygt neyst. Og ikki nokk við tað. Hann hevur enntá goldið sín part av felags vegginum, fyri grannan, sum also fekk byggiloyvi. Men hesin gamli maður skal ikki fáa loyvi, hóast hann hevur goldið part av útreiðslunum hjá grannanum. Skjótt at hugsa, at atgongdin til Borgarstjóran er avgerðandi. Beiggi Ludvík og Kári Egholm Jacobsen kennast sjálvandi eisini. Tað er ikki nakað prógv. Men tað má roknast við at soleiðis hugsa fólk. Tí er tað relevant, sjálvt um tað seinni vísur seg at verða onnur orsøk. Hypotesur skriva vit frammanundan og ikki tá málið er liðugt. (Ludvík er nevndur seinni í greinini og tí ikki dulnevndur her)
Støðan hjá gamla manninum er syndarlig. Men tað leggja tey fólkavaldu onki í.
Kommunuskrivarin í Runavíkar kommunu hevur heldur ikki fingið svar uppá sína umsókn. Tað týður uppá at tað eru aðrar orsøkir enn at bara summi fáa loyvi.
Hví er Tobbi ímóti neystum
Orsøkin tykist verða, at Tobbi er ímóti neystum. Men hví er Tobbi ímóti. Á fundi fyri árum síðan, segði Tobbi, at hann ætlaði sær eisini at byggja neyst. Tobbi eigur eitt neyst í økinum.
Eg var á stuttligum kommunustýrisfundi. Sat við síðuna av Hilmar Sam, sum umvegis telefonina samskifti við Ludvík við Stein, sum eg sjálvandi sá. Neystaloyvi hjá teimum báðum var á skrá hendan fundin. Harumframt sá eg Ipaddin hjá Kristian, sum tá sat í kommunustýrinum. Ipaddurin sást og kundi lesast av áskoðaraplássinum. Hilmar Sam var so upptikin av at samskifta við Ludvík at hann neyvan sá hvat eg sá.
Hesin stuttligi fundur endaði við at Hilmar Sam og Ludvík við Stein fingu loyvi at byggja eitt stórt neyst sum í dag kann leigast umvegis Air-Bnb. Tað hevði Tobbi onki ímóti tí tá ætlaði hann sær at inrætta sítt neyst. Sjálvt um kommunan visti, at økið var friða og tað var landbúnaðarøkið. Tá var sannliga vítt til veggja. Byggiloyvi var ikki sambært byggisamtyktini, men tað hevði ongin rygg at staðfesta.
Trupulleikin byrjar tá Samuelsen vil byggja neyst í sama øki sum Ludvík og Hilmar Sam. Nú var Jonhard Danielsen á fundi. Hann kravdi at tey fylgdu byggisamtyktini men vísti samstundis á, at til bar at broyta byggisamtykina.
Onkursvegna fekk Kári Egholm Jacobsen kaldar føtur. Hetta eru á leið 4 ár síðan og onki er hent í málinum.
Vit kunnu gita hvussu glaður Tobbi bleiv. Í øllum førum bleiv Jonhard koyrdur í andstøðu. Men tað sigst verða Kári Egholm Jacoben, sum tók stig til tað. Officielt tí hann var ómøguligur. Men reelt tí at Tobbi ikki slapp at byggja neyst og at Kári Egholm Jacobsen ikki toldi trýsti og vandan fyri at loyvi til neyst hjá Ludvík og Hilmar Sam mátti takast aftur.
Hvi Samuelsen ikki fekkk loyvi, tá Hilmar Sam og Ludvík fingu loyvi er sjálvandi undarligt. Neystini høvdu jú staðið lið um lið í dag.
Men Samuelsen hevur enn ikki fingið svar. Málið hevur ligið síðani!!
Hví ikki broyta byggisamtyktina og hví ikki avgreiða neystaumsóknir
Tobbi hevur friðað økið har hann eigur neyst og har Hilmar Sam og Ludvík við Stein fingu loyvi at byggja hóast Tobbi hevur friða økið. Harumframt er tað landbúnaðarøkið!!
Hann tykist verða so fornermaður, at tá hann ikki fær neyst, so skal ongin í kommununi fáa neyst.
Tað ber til at broyta byggisamtyktina. Men so fáa Vang, Jacobsen, Lamhauge og Knudsen eisini byggiloyvi og tað vil Tobbi heldur ikki.
Støðan í dag er tí helst, at neystið hjá Ludvík og Hilmar Sam er bygt í landbúnaðarøkið og partvís friðaðum øki og má takast niður aftur og kommunan má endurgjalda teimum báðum fyri missin.
Tá Tobbi ikki fekk neyst, so skuldi ongin annar hava. At hann sjálvur hevur friða sína egnu ogn er hansara egna býttheit. Hevði hann so friða økið undir nýggju kirkjuni, tá hann allíkval friðaði í býligninum, so hevði eg skilt hann. Og til tey sum ikki vita hvussu hann er, so er hann sera hóttandi. Og hann leggur hatur á fólk. Hann er harmæltur. Hann klamsar við hurðum. Tað er ikki mátin at behandla starvsfólk. Men hvat skulu tey gera? Hann kann saktans finna uppá at koyra fólk til hús. Umskipan er av og á á skrá. Tá plagar at lukta av at onkur skal uppsigast, vil onkur kommunustýrislimur verða við.
Alternativið at broyta byggisamtyktina er einfalt. Also burtursæð frá at so fáa onnur eisini byggiloyvi. Og tað vil Tobbi ikki.
At Tobbi nú sigur, at hann skal ikki hava nakað byggiloyvi er helst bara staðfesting av at hann veit, at hann kann ikki fáa byggiloyvi í einum øki, hann sjálvur hevur friðað. Soleiðis sleppur hann undan at viðganga, at hann einaferð ynskti neyst og nú fær hann ikki og tí skal ongin annar hava neyst.
Sporturin gerst fullkomin, tá vit síggja eina matstovu í hesum sama landbúnaðarøkið. Also neystaøkinum, sum er landbúnaðarøkið sambært býarplaninum.
R7 á breddan á seinasta kommunufundi
Tobbi visti at siga á seinasta fundi, at nú hevði R7 biðið um innlit í málið. R7 hevur biðið um innlit í málið um at broyta byggisamtyktina. Orsøkin er, at undirritaði hóast tosa er við nógv fólk ikki hevur sæð ella hoyrt um hesa broyting. Hendan broyting sær ikki út til at existera. Hon er ikki til. Men hóast hon ikki er til, so verður hon brúkt til at grundgeva fyri at fyribils nokta byggiloyvi. Vísur tað seg at verða soleiðis, so hevur kommunan givið løgtingsins umboðsmanni skeivar upplýsingar. Tað er rættuliga groft. Men tað fer R7 at viðgerða. Í hesum høpi er tað sum hjá Tobba, tá hann segði at privatpersónurin og borgarstjórin eru ikki sami persónur. Hetta skrivar Eivind og tað hevur onki at gera við R7.
Tobbi visti eisini at siga at eg ætlaði mær eftir Kára Egholm Jacobsen. Tað ætlar R7 ikki. R7 arbeiður systematist frameftir. Og R7 útvelur ikki syndabukkar framman undan. Ivaleyst var tað taktikkur av Tobba, sum skilur at nú ríður um snærið hjá honum sjálvum. Hetta er ein máti at fáa vinmennirnar at samlast í flokki móti mær. Gangi út frá at vinmennirnir skilja, at tað standa teir seg best við ikki at gera og um ikki, so fara teir 100% sikkurt at skilja tað aftaná.
Hvat hendir frameftir
Skal upplýsa Tobba, at undirritað ætlar at tvinga býráðslimir at seta Tobba upp á pláss, soleiðis at Runavíkar kommuna útskrivar tey neystaloyvi hon hevur skyldu at útskriva og sum borgarar hava rætt til at fáa útskriva. Tað gerst best við at verða óavmarka brutalur. Helst dupult so brutalur sum Tobbi nakrantíð er. Men tað hevur onki at gera við R7. Óavmarka brutalur merkir at verða óavmarka brutalur við kommunustýrislimir, sum ikki gera sína skyldu. Tá Tobbi kann hótta teir at lata verða, so má bera til hjá mær at yvirbevísa teir um at gera tað mótsætta.
Frá fundinum veit eg eisini, at Tobbi segði, at tað ber ikki til at byggja bústaðir í hvørjum neysti. Tað hevur Tobbi sagt fyrr og tað segði hann aftur á seinasta fundi. Aftaná at hann alment hevur tikið fulla ábyrgd av tí hann onki eigur í. TVS. At tað hann legði út á heimasíðuna meinti hann ikki. Tað var sostatt ein lodrøtt lygn. Tað forklárar so eisini hví hann tók fulla ábyrgd av nøkrum sum hann onga ábyrgd hevur av. Tobbi vil framvegis ikki hava neyst og tá hann ikki slapp at byggja, tí hann hevði friða sítt egna neyst, so skal øll fjøra í Runavíkar kommunu standa óbygd, sjálvt um tað er ímóti lógini.
Runavíkar kommuna er nevndarstýrd. Byggimál sambært stýrisskipanini sortera undir viðkomandi nevnd. TVS. Havnanevndin hevur skyldu og heimild at avgreiða tey, uttan at spyrja borgarstjóran og uttan at spyrja kommunustýrið. Stýrisskipanin í Runavík er rættuliga exakt sum tann í Sjóvar kommunu.
Skal skoyta uppi, at eg tími ikki at verða umrøddur í tíð og ótíð á býráðsfundi í Runavikar kommunu. Ikki bara av Tobba men av øðrum eisini. Havandi í huga hvussu undirbrotlig summi eru, so tími eg tað uppaftur minni. Tími heldur ikki at verða umrøddur millum vinirnar hjá Tobba. Fyrigeving er millum várharra og viðkomandi. Saga er saga!
Nú er tíð at enda hetta langa skriv. Men eg skal vísa á, at hóast avgerðina hjá Løgtingsins umboðsmanni, so sær út til at onki verður broytt. Tobbi vil ikki hava broytingar og kommunustýri torir ikki.
Sum eg havi nevnt, so er tað Havnanevndin sum skal avgreiða málini. Tí er tað ikki ábyrgdin hjá Tobba. Men starvsfólkini ræðast Tobba. Tað skilji eg væl. Kommunustýrislimir ræðast Tobba og tað skilji eg men tað góðtaki eg ikki.
Nú ætli eg at bíða í nakrar dagar. Um onki hendir, so fara vit at viðgerða tey sum sita í kommunustýrinum. Og tey taka vit tá persón fyri persón. Tobbi er ikki behagiligur. Men eg kann, um eg vil, verða 10 ferðir verri. Og eg dugi heilt erliga ikki at síggja hví fólkavald sum renna undan ábygd skulu sparast. Tey hava ávísar skyldur. Og misrøkja tey sínar skyldur í almennum starvi má roknast við at sami standur er í borgarliga starvinum.
Eivind Jacobsen
Strendur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo