Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Øll Havnin kennir tey. Tey hava síðan miðskeiðis í áttatiárunum verið fastur partur av manningini í Svimjihylinum. Í morgun vórðu tey heiðrað av borgarstjóranum.

Søgan um tey bæði byrjar soleiðis: Tá Oyggjaleikirnir vóru á Guernsey í 1987 kom Heri á Lava, leiðari í Svimjihøllini, í dýrastu starvsfólkaneyð, tí starvsfólkini luttóku á Oyggjaleikunum. Heri ringdi tá til Rúnu Mortensen og bað hana vælsignaða koma at hjálpa sær.

Tað gjørdi Rúna. Og hon hevur verið har síðan. Hvørt mansbarn í Havn kennir Rúnu, sum enn arbeiðir næstan fulla tíð og ongar sum helst ætlanir hevur um at gevast.

Tann 1. mai í 1988 var Johan Jakobsen komin heim av ítróttarskúla í Danmark. Har hevði hann millum annað fingið lívbjargaraútbúgving. Johan helt, at tað hevði verið stuttligt at kunnað brúkt hesa útbúgvingina til okkurt skilagott, so hann ringdi til Hera á Lava um morgunin.

Tað bar soleiðis á, at Heri akkurát hendan morgunin sat ráðaleysur á skrivstovuni, tí ein lívbjargari hevði sagt upp. Johan fekk boð um at koma til arbeiðis beinanvegin. Johan so gjørdi og hann hevur starvast í Svimjihøllini líka síðan.

So tey bæði hava starvast ávíkavist 35 og 34 ár í Svimjihøllini. Og nú í sambandi við, at høllin seinasta sunnudag fylti 40 ár, varð avrátt at veita teimum báðum heiðursbræv og heiðurstekin Tórshavnar kommunu, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði teimum báðum í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo