BirkBloggur: Í kvøld tók eg fyri fyrst ferð í hondina á einum rúmdarmanni. Tað var fryntligi danin, Andreas Mogensen, sum vit hava sæð í rúmdarringrás í vektloysi við føroyska Merkinum og vovna slipsinum hjá Williami Heinesen.
Staðurin, vit møttust, var Gilið á hotellinum Brandan, har ferðalagið, sum íverksetarin Jóhan Mortensen hevði koyrt til Havnar, júst hevði skrivað seg inn. Hotellstjórin, Virgar Onghamar, bjóðaði sjampanju, sum høvuðstænarin Mart Manuel úr Filipsoyggjum skonkti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo