Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 6. mai og leygardagin 7. mai eru ruddingardagar í Kollafirði. Eisini tiltakið Plantið eitt træ er á skránni leygardagin.
Gev gætur, at freistin at melda til ruddingardagarnar er 4. mai.
Plantið eitt træ 7. mai
Leygardagin 7. mai verður afturvendandi tiltakið »Plantið eitt træ« í Kollafirði, har fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við.
Plantupakkarnir kunnu avheintast í barnagarðinum Kura leygarmorgunin 7. mai frá kl. 10-12.
Ruddingardagar 6. og 7. mai
Ruddingardagar verða fríggjadagin 6. mai og leygardagin 7. mai. Tá fara stovnar, skúlar, skótar, býlingar og øll onnur at rudda eins og undanfarin ár.
Tekna teg til ruddingardagarnar á heimasíðuni hjá kommununi áðrenn 4. mai og ver við í lutakastinum um tvey gávukort à 6.000 kr. millum inkomnu myndirnar. Tú meldar til her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo