- Vit gjørdu aftur tvær royndir at fáa Hellutanga leysan í gjár og í nátt. Vit byrjaðu á morgni Ólavsøkuaftan fram móti fullari flóð. Gøtunes hjá P/F Varðanum, Samson hjá MEST og Brimil settu á við fullari kraft, sum er uml. 250 tons pelatrekk.
- Hóast flakin livdi eitt sindur bar royndin ikki á mál, sigur Atli Gregersen.
- Teir hildu á at hála, og seinnapartin kom Tasilak hjá Royal Greenland eisini at hála.
- Fram móti fullari flóð á miðnátt var hálað við uml. 330 tons pelatrekki. Hildið var á til kl. 02.30 Ólavsøkumorgun. Tíverri bar royndin heldur ikki á mál, sigur Atli Gregersen, stjóri hjá Hiddenfjord, í kunning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo