Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Røkt Sp/f hevur roynt allar møguleikar fyri framleiðslu, gransking og menning av føroysku ælabogasílastammuni. Men hvørki landsstýrið ella myndugleikar vilja stuðla hesum.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgong er annars ásett: ”Stuðlað verður undir møguleikarnar fyri framleiðslu og menning av føroysku laksa- og sílastammunum og føroyskum loysnum í alivinnuni sum heild. Samgongan vil arbeiða við menning, vøkstri og fjølbroytni av alivinnuni………”.

Vinnukærunevndin staðfesti avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og má føroyska ælabogasílastamman burturbeinast um ikki onnur boð koma frá landsins myndugleikum beinanvegin.

Sp/f Røkt hevur søkt Umhvørvis- og vinnumálaráðið um at fáa eitt serligt granskingarloyvi og menningarloyvi sambært § 6, stk. 4 í alilógini í samband við ph.d. verkætlan.

Vinnukærunevndin vísir á, at tey hava ikki heimild at viðgera noktandi svarið frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.

Tað var annars løgtingið sum broytti alilógina til at landsstýrismaðurin kundi áseta reglur um serlig loyvir, herundir granskingarloyvi og menningarloyvi.

Í almennu viðmerkingunum til lógina sæst, at sjálvstøðuga heimildin til at áseta reglur um granskingar og menningarloyvi er fyri at tað skal ganga fram av lógini, at gransking og menning er ein raðfesting eftir alilógini.

Røkt harmast um, at tað ikki hevur eydnast at bjarga føroysku stammuna av ælabogasílum og at landsstýrið ikki raðfestur granskingarætlanina við føroysku ælabogasílastammuni. Hetta er í andsøgn við endamálið við broyttu alilógini og samgonguskjalið. Hetta ger eisini føroysku alingina fátækari nú vit bara fara at hava laksastammuna at dúga uppá.

Við at burturbeina føroysku ælabogasílastammuna, so missa Føroyar tíverri møguleikarnar fyri einari nisjuframleiðslu og at grundarlagið fyri føroysku alingini og vørusortimenti breiðkast.

- Tað er torført at skilja, at eingin ynskir at geva rúmd fyri føroysku ælabogasílunum, sigur Jóhan í Niðristovu við VP.

- Tí tey føroysku ælabogasílini vaksa væl, eru betri mótstøðufør móti lús enn laksur, eru mótstøðufør móti nógvum sjúkum, hava eina blanka skræðu, hava reytt kjøt, hava ikki medisinviðgerð fyri neyðini og hava ein sjúkufrian status.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo