Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Komandi skúlaár verður farið undir nýtt forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy. Sum liður í at menna hóskandi tilboð í Nólsoy og fyri at tryggja børnum í Nólsoy og foreldrum teirra hóskandi valmøguleikar, er samtykt at seta í verk eina royndarverkætlan í Nólsoy.

Talan er um eitt samansett tvørfaklig undirvísingar- og frítíðartilboð millum Nólsoyar skúla og Dagstovnin Látrið í Nólsoy, ið eisini fatar um frítíðarskúla. Skúlin og dagstovnurin virka í tøttum samstarvi soleiðis, at eitt áhugavert tilboð er gjørligt.

Gjørd er ein ársætlan, ið skipar eina læri- og spælitilgongd í:

-Likami, motorikki, ítrótti og kosti
-Tónleiki, handverki og list
-Málmenning – ljóð, stavum, sangi
-Støddfrøði og náttúruvísindi
-Kvæði, skjaldri og dansi
-Sálmi og kristni
-Árstíðunum

Verkætlanin er ein roynd og verður eftirmett komandi ár. Tórshavnar kommuna hevur samtykt tilboðið, og Mentamálaráðið hevur góðtikið tað.

Myndina hevur Evy Toftegaard Nielsen tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo