Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar heitir á Heilsumálaráðið og Fíggjarnevnd Løgtingsins um at bera so í bandi, at royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð kann halda áfram óskerd.

Í svarið frá Heilsumálaráðnum til fíggjarnevndina tann 21. november, 2023, er tað greitt, at ætlanin er at skera nýggja heilsutilboðið avgerandi niður. Partvíst við at skera aldursbólkin í helvt frá 15-35 niður til 15-25 ár. Partvíst við at avmarkað nýtsluna soleiðis, at ein persónur bert kann fáa eina ávísing, á í mesta lagi 12 viðtalur, og aftaná hetta ikki kann fáa ávísing umaftur ella eina endurávísing.

Vit skilja heilt einfalt ikki hesar ætlanir fyri royndarskipanina
Royndarskipanin fór av bakkastokki í mars 2021 aftaná holla viðgerð bæði politiskt og í fleiri arbeiðsbólkum undir Heilsumálaráðnum. Skipanin er eftirmett av Heilsutrygd, og niðurstøðan er, at talan er um eitt væleydnað nýbrot í føroyska heilsuverkinum. Skipanin hevur rakt ein veruligan tørv, heilt nógvir persónar hava fingið viðgerð, og alt bendir á, at úrtøkan er góð. Spurningurin vit sita eftir við er, um politiska skipanin og heilsumyndugleikarnir seta vælfyrireikaðar royndarskipanir í gongd, sum raka ein tørv og eydnast, bara fyri at skera tær umfatandi niður, tá tað kemur til stykkis?

Í uppskotinum til fíggjarlóg eru settar 3,4 milliónir av til skipanina. Tað er meldað alment út frá Heilsumálaráðnum, at royndarskipanin gjørdist dýrari enn vænta. Úttalilsi var, at upprunaliga metingin var 3 milliónir um árið, men at royndarskipanin endaði á 9 milliónum árliga.

Vit vilja gera vart við, at upprunaliga metanin var 3,3 milliónir árliga, men henda metan bygdi á aðrar og lægri takstir enn teir, ið tað endaliga var semja um, tá royndarskipanin var sett í gongd. Árligu útreiðslurnar síggja út til at lenda á gott 6 milliónum árliga, ikki 9 sum melda út frá Heilsumálaráðnum.

Endaliga so vil ætlanin um at skera aldursbólkin í helvt og noktað fyri endurávísingum, sannlíkt skera virksemið niður í ein fjórðing, soleiðis at skipanin endar á gott 1,5 milliónum árliga og ikki uppskotnu 3,4 milliónum.

Vit skilja heilt einfalt ikki, hvar tøl og útrokningar hjá Heilsumálaráðnum koma frá, og harnæst er tað væl líðing og tørvurin millum borgararnar, sum tað fyrst og fremst skal takast hædd fyri? Hesin tørvur vísti seg at vera størri enn upprunaliga mett, men tað talar væl fyri týdningin av nýggja heilsutilboðnum?

Talan er eisini um eina skipan, ið er eyðmerkt við høgum virksemi. Móti endanum av skipanini í september í ár, vóru komnar 1.770 ávísingar til knapt 2½ ára gomlu royndarskipanina og umleið 12.200 viðtalur framdar. Eftirmetingin frá Heilsutrygd vísir, at tað eydnaðist at fáa bíðitíðina niður á vikur móti endanum av royndartíðini. Við hesum í huga kann royndarskipanin væl ikki lýsast sum annað enn effektiv og búskaparliga skilagóð?

Ætlanin hjá Heilsumálaráðnum loysir ikki byrjanartrupulleikarnar
Eftirmetingin frá Heilsutrygd ger í øðrum lagi vart við nakrar barnasjúkur, sum tykjast at hava merkt royndartíðina. Talan er um eina nakað ov breiða visitatión, eitt høgt tal av endurávísingum umframt eitt lutfalsliga lægri tal av ávísingum í Suðuroynni.

Hesar meira periferu niðurstøður hava fylt størsta partin av almennu útsøgnunum frá Heilsumálaráðnum.

Uppskotið er at skera aldursbólkin í helvt og forða fyri endurávísingum. Vit duga ikki at síggja, at hetta vil bøta um eina nakað ov breiða visitatión ei heldur økja um talið av ávísingum í Suðuroynni. Hinvegin so hevur eftirmetingin hjá Heilsutrygd klár viðmæli til, hvussu tað verður bøtt um hesar byrjanartrupulleikar.

Vit skilja og viðurkenna, at royndarskipanin hevur haft nakrar barnasjúkur, og sjálvandi skal tað arbeiðast við at fáa hesar í rættlag. Tað skal tó nevnast, at tílíkar avbjóðingar ikki eru óvanligar innan heilsutænastur, tað er nokk meira reglan enn undantakið.

Endiliga so gevur noktan fyri endurávísingum ikki fakliga meining. Fólk kunna stríðast við fleiri sløg av avbjóðingum/ diagnosum, fólk kunna fáa afturfall, og nøkur hava heilt einfalt tørv á longri viðgerð. Í líknandi skipanum í øðrum londum er aloftast møguleiki fyri endurávísingum ella heilt einfalt einki hægsta mark fyri tal av viðtalum.

Ætlanin hjá Heilsumálaráðnum er ikki í tráð við altjóða kliniskar leiðreglur ei heldur menningina av heilsuverkum í londunum kring okkum
Londini kring okkum uppraðfesta í løtuni heilsutænastur til sálarliga líðing. Júst sálarfrøðilig viðgerð fyri angist og tunglyndi, knýtt at primera geiranum, er millum fremstu átøkini, ið tað verður arbeitt við.

Altjóða kliniskar leiðreglur viðmæla eisini sálarfrøðiliga viðgerð sum fyrsta viðgerðarval fyri angist og lætt til moderat tunglyndi.

Skulu vit í Føroyum førka okkum mótsætta vegin?

Vit duga ikki at ímynda okkum, at ein líknandi ætlan um broyting kundi komið fyri, um talan var um eina nýggja, væleydnaða heilsutænastu fyri likamliga líðing.

Búskaparligt rakar ætlanin eisini sera óheppið Heilsustovnar sum WHO hava víst á, at sálarligir trupulleikar í alsamt meiri mun verða teir, sum gerast
orsøk til sjúkrafráveru og verri heilsu og skulu hesar avbjóðingar takast í størsta álvara.

Royndarskipanin hevur ført til, at fleiri hava søkt sær viðgerð móti angist og løttum til moderatum tunglyndi. Skipanin er við til at avtabuisera og normalisera sálarheilsuavbjóðingar. Tað er ok ikki at vera ok. Tað at søkja sær viðgerð í mun til sálarligar avbjóðingar kann vera eins neyðugt, sum at leita sær viðgerð fyri likamligar avbjóðingar.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar er av teirri fatan, at talan er um eina vælvirkandi, fyribyrgjandi skipan, ið sum frá líður vil gagna samfelagnum og spara pening.

Tað er greitt, at játtanin í fíggjarlógaruppskotinum, umframt ætlaðu broytingarnar hjá Heilsumálaráðnum, bert tekur hædd fyri helminginum av borgarunum, ið hava tørv á viðgerðini, og sum hava gjørt brúk av tilboðnum. Verður játtanin ikki økt fer hetta at viðføra, at ein stórur bólkur av borgarum í málbólkinum, tey millum 26-35 ár, ið kanska bæði eru lesandi og nýstovnað familja við børnum og dýrum lánum, ikki fáa møguleika fyri sálarfrøðiligari viðgerð og tískil kanska gerast uppaftur verri fyri. Hetta gagnar ikki hesum borgarum, teirra familju og ei heldur føroyskasamfelagnum, sum hevur tørv á øllum borgarum fyri at halda samfelagshjólunum malandi.

Samanumtikið vilja vit minna á, at skipanin aktuelt koyrir; hon er uppbygd, tað er skaptur tann neyðugi viðgerðarkapasiteturin, og alt í eftirmetingini bendir á, at úrtøkan er góð. Tílíkt hendir ikki automatiskt.

Nakrar av teimum samanbæriligu skipanunum í londunum kring okkum koyra minni væl, einkultar hava koyrt so illa, at tær eru niðurlagdar aftur.

Vit halda, at tað er eitt óskilligt stig við ætlanini um at skera eina vælfyrireikaða, væleydnaða skipan, sum er í trá við nýmótans heilsuverk og altjóða leiðreglur, niður í nakað sum líkist ein fjórðing.

Tískil er okkara áheitan á Heilsumálaráðið og Fíggjarnevnd Løgtingsins at fylgja tilmælinum frá Heilsutrygd og gera royndarskipanina permanenta umframt at seta átøkini í verk fyri at bøta um byrjanartrupulleikarnar.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo