Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-020/2024 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um skipanina við sálarfrøðingi á Skúlatrøð.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð eftirmett?
2. Hvat sigur eftirmetingin um royndirnar við skipanini, og hvat verður mælt til?
3. Er ætlanin, at skipanin fer at halda fram á Skúlatrøð? 

Svar
Til 1:
Ja, royndarskipanin er eftirmett.

Til 2: Eftirmetingin vísir millum annað, at starvsfólk skúlans hava verið glað fyri skipanina, og tey
meta, at skipanin hevur verið til gagns fyri skúlan og teir næmingar, sum hava brúkt tilboðið.

Henda skipanin hevur verið ætlað næmingum, ið ikki longu eru knýttir at øðrum skipanum, so sum Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna- og Ungdóms Psykiatriini. Eftirmetingin vísir ikki nakra minking í talinum av næmingum, sum hava tørv á tænastum frá Sernámi ella frá Undirvísingarstýrinum (heima- og sjúkraundirvísing). Við hesum er ikki sagt, at sálarfrøðitænastan ikki hevur verið til gagns hjá teimum næmingunum, sum hava brúkt tænastuna hjá sálarfrøðinginum.

Harafturat vísir eftirmetingin, at royndarskipanin er merkt av at vera ein avbyrgd skipan, sum
møguliga ikki á nøktandi støði samstarvar við aðrar skipanir, tó við lutvísum undantaki av samstarvi
við heilsufrøðingarnar.

Royndarskipanin hevur í trý ár kostað uml. 800 túsund krónur. Effektin, sum ikki er staðfest, eigur at verða sett upp ímóti hesi upphædd.

Kostnaðurin fyri ein skúlasálarfrøðing við einum brøki á 0,4 er á leið 250 túsund krónur. Um ein líknandi skipan við sálarfrøðingum skal íverksetast kring alt landið, er kostnaðurin á leið 4 millión krónur og á leið 8 millión krónur fyri eina tilsvarandi skipan í fulla tíð.

Viðmerkjast skal, at áðrenn Barna- og útbúgvingarmálaráðið aftur fer at seta eina tílíka verkætlan í verk, fer ráðið at gera greitt, hvat ein tílík eftirmeting skal fevna um. 

Til 3: Royndarverkætlanin varð sett í verk við heimild í § 25 í fólkaskúlalógini. Umsóknin frá skúlanum snúði seg um eitt 3 ára tíðarskeið, og er tað tíðarskeiðið nú lokið.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo