Tilmeldingarfreistin til royndardagin á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, sum verður leygardagin 21. mai, var úti mikukvøldið á midnátt. Og sigast má at undirtøkan er heilt góð, heili 26 tilmeldingar eru komnar.
- Vit hava lagt endaligu skránna fyri leygardagin, og kunna avdúka somikið, uttan at avdúka alt, at fólkið aftanfyri Atlantic Helicopters hjá Atlantsflog gleðir seg til dagin, sum tey verða partur av.
- Starvsfólkini á Ítróttaháskúlanum gleða seg eisini til at møta luttakarunum og vísa fram nakað av tí, sum skúlin hevur at bjóða, sigur Guðmundur Joensen, leiðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo