Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nevndin hjá Bóltfelagnum Royn skrivar í dag, leygardagin 5. mars 2022:

Í dag vórðu sáttmálar undirskrivaðir við Ken Fagerberg og Brynjar Jacobsen Poulsen fyri komandi kappingarár.

Ken og Brynjar koma at samstarva sum høvuðsungdómsvenjarar í Bóltfelagnum Royn. Teir koma eisini at samstarva sum høvuðsvenjarar hjá 3. deildarliðinum hjá Royn.

Tað er ein fongur fyri felagið, at Ken, við sínum royndum á professionellum støði í Danmark og Føroyum, hevur valt at verða partur av menningini í ungdómsdeildini hjá Royn. Brynjar hevur longu gjørt eitt megnar arbeiði við ungdómsfótbóltinum í felagnum, har hann eisini er blivin heiðraður fyri sítt íkast til fótbóltin. Við sínum ungu árum, hevur Brynjar veruliga sett ferð á sína menning sum venjari, og saman við Ken, sum hevur drúgvar royndir sum leikari á professionellum støði, halda vit í nevndini, at hetta er eitt fantastiskt toymið til at leiða ungdómsfótbóltin fram á leið.

Nevndin ynskir Ken og Brynjar bestu eydnu í arbeiðinum at menna ungdómsfótbóltin í Bóltfelagnum Royn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo