Danmark hevur næstan tvífalt so nógvar dagligar roykjarar sum Noreg og Svøríki og eisini viðvíkjandi alkoholinum stendur illa til.
14 prosent av danskarum royktu dagliga í 2022, meðan tað í Svøríki vóru 6 prosent og 8 prosent í Noreg.
Samtíðis var royking orsøkin til at umleið tvífalt so nógv doyðu í Danmark í mun til tey bæði grannalondini.
Næst eftir royking kemur drekkingin sum er ein av størstu orsøkunum til lága aldurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo