Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir kunngerð nr. 147 frá 16/11 2017 um fyribyrging og týning av rottu, hevur kommunan skydu til, at fyribyrgja, at rotta spjaðist.

Og tá tað kemur til rottufríðar oyggjar, sum eitt nú Nólsoy, sum hevur eitt tíkt fuglameingi og sum er undir serligari vernd av RAMSAR-konventiónini, sum Danska Ríkið og harvið eisini Føroyar hava bundið seg til at halda hevur kommunan serligar skyldur fyri at fyribyrgja, at rotta ikki kemur til eitt nú Nólsoyar.

Hetta hevur verið gjørt við, at kommunan hevur tryggjað, at renovatiónsbilarnir eru tømdir og vaskaðir áðrenn teir koma til Nólsoyar fríggjamorgun at heinta rusk. Í einstøkum føri hevur hetta ikki verið gjørt og tá noktaði Strandferslan at taka bilin við.

Nú er tað komið fyri, at minni renovatiónsbilurin (ein hvítur innsavningar bilur) tekur rusk úr Havn út við til Nólsoyar, fyri síðan at koyra í størra renovatiónsbilin á kajøkinum í Nólsoy.

Eg meti ikki, at hetta er í tráð við nevndu kunngerð, sum kommunan varðar av og vónandi verður hetta ikki gjørt framyvir.

Avrit til : Umhvørvisstovan, Maria Gunleifsdóttir Hansen, umhvørvisviðgeri og Suni Petersen, deildarleiðari

Jógvan Thomsen, limur í RAMSAR nevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo