Italski fótbóltsleikarin Paolo Rossi er deyður, 64 ára gamal. Tað skrivar RAI Sport, sambært Football-Italia
Sambært RAI hevur Rossi seinastu tíðina verið sjúkur av ógrøðandi sjúku.
Rossi gjørdist við seks málum toppskorari og kosin besti HM-leikarin í 1982. Sama ár fekk hann Ballon d'Or (Gullbóltin).
Rossi leikti við Juventus frá 1981 til 1985 og var við at vinna Seriu A í 1982 og 1984. Hann leikti eisini tvær sesongir í Milan og Verona.
Rossi skoraði 20 mál í sínum 48 landsdystum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo