Norðlýsið: Í gjáramorgunin vóru Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, saman við Alberti Thomassen, fíggjarleiðara, á vitjan á Norðlýsinum. Tey høvdu fund við fyrireikararnar av verkætlanini viðvíkjandi Kópakonuni.
Tað skrivar Norðlýsið.
- Í Vága kommunu verður arbeitt við ymiskum spennandi ætlanum í sambandi við ferðavinnuna. Okkurt er sett í verk meðan annað er í umbúna. Endamálið við vitjanini í Klaksvík í morgun var at fáa íblástur í sambandi við hesar ætlanirnar.
- Sandavágur og Miðvágur eru søguríkar bygdir, og hetta gevur stórar møguleikar at vísa ferðafólkum á hendingar úr farnum tíðum, skrivar Norðlýsið.
Nakrar av søguligu hendingunum verða umrøddar her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo