Fleiri týðandi demokratar hava latið hoyrt frá sær, nú tað er greitt, at Joe Biden fer ikki at vera forsetavalevnið hjá demokratunum til forsetavalið í heyst.
Teir rósa Joe Biden fyri avgerðina, og peika samstundis á varaforsetan Kamalu Harris sum nýtt valevni. Tað hevur Joe Biden eisini sjálvur gjørt.
Danmarks Radio sendir beinleiðis og hevur viðmerkingar um stórtíðindini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo