Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið: Fyrsta summardag í mai 2018, fór tiltakið Rørslufagnaður av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Tað var eitt væleydnað og rørandi tiltak, har umleið 3.000 fólk savnaðust á Vaglinum í Havn.

Tiltakið var somikið væl móttikið at Fólkaheilsuráðið avgjørdi at geva øðrum kommunum, ið eru partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, møguleika fyri at skipa fyri sama tiltaki í sínum nærumhvørvi í ár.

Hetta hevur ført við sær at bæði Vágs kommuna, Tórshavnar kommuna og Sunda kommuna fara at skipa fyri Rørslufagnaðinum í ár.

Eitt øðrvísi tiltak
Rørslufagnaðurin er eitt ABC tiltak, ið leggur dent á boðskapirnar: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Hetta eru boðskapir, ið vísa á, hvat hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna. Endamálið við Rørslufagnaðinum er at fáa ein breiðan skara av fólki at røra seg saman við øðrum á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, og skapa ein fagnaðardag fyri ymisk ættarlið. Luttakarar heilt frá pinkubørnum í barnavogni til búfólk á ellisheimum kunnu luttaka.

Rørslufagnaðurin byrjar við einari litfagrari gongu, har tú kanst luttaka akkurát, sum tú ert; til gongu, við stavi ella høkjum, rullistóli o.s.fr. og kanst venda við, sum tað passar tær. Teinurin verður styttri í ár enn í fjør, tí endamálið er ikki at ganga so langt, men at savna ymisk fólk til eina hugnaliga løtu við rørslu. Aftaná kunnu luttakarar fáa ókeypis frukt og vatn, og møguleiki er at royna alskyns virksemi, ið er ymiskt alt eftir, hvør kommuna skipar fyri.

Heitt verður á fólk um at lata seg í okkurt litfagurt og hava egnan kopp við, tí vit miða eftir at brúka so lítið av burturkasti sum gjørligt.

Byrjar fyrst í mai
Vágs-, Sunda- og Tvøroyrar kommuna skulu royna seg við Rørslufagnaðinum fyri fyrstu ferð í ár og Tórshavnar kommuna fer í ár í enn størri mun at seta sín dám á tiltakið. Tiltakið verður tillagað ymsu umhvørvinum.

Vágs kommuna skipar fyri fyrsta Rørslufagnaðinum í 2019. Rørslufagnaðurin verður 3. mai 2019 í sambandi við mentanarvikuna í Vági. Tiltakið byrjar við Vágs Skúla kl. 11.00.

Tórshavnar kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 24. mai 2019. Tiltakið byrjar á parkeringsplássinum við Badmintonhøllina kl.10.00.

Sunda kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 29. mai 2019. Tiltakið byrjar kl.10.00 á ítróttarøkinum við Margáir.

Vit ynskja øllum ein góðan Rørslufagnað og vilja heita á fólk um at taka onkran við, sum tit halda høvdu fingið gleði av at luttikið á Rørslufagnaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo