Felagið DC United, sum Rooney leikar í, liggur niðast í Eastern Conference í MLS eftir 18 dystir, men fekk síni næstu trý stig síðani 19. mai.
Í dystinum móti Colorado Rapids í gjár skoraði Rooney sítt fyrsta mál fyri felagið. Rooney brúkti kroppin til at koma leysur og plasseraði bóltin millum beinina á Rapids-málmanninum Tim Howard tá 33 minutter vóru leiktir av dystinum.
DC United vann 2-1 móti Colorado Rapids.
Í yvirtíðini breyt tann 32 ára gamli Rooney nøsina í eini duell í verjuni undir hornasparki. Rooney bløddi illa og mátti seymast aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo