Tað gongur ikki so galið hjá Wayne Rooney fyri tíðina.
Eftir nøkur minni góð kappingarár í Manchester United, skifti hann í summar til Everton, barndómsfelagið hjá sær, har hann hevur fingið gongd í málskjótingina aftur undir ávikavist Ronald Koeman og Sam Allardyce.
Og í kvøld skjeyt hann so sítt 10. Premier League mál í ár, tá Everton vann 3-1 á heimavølli ímóti botnliðnum Swansea. Málið fekk hann við einum brotssparki í 73. minutti. Hini bæði málini hjá Everton í kvøld skutu Dominic Calvert-Lewin (45+2) og Gylfi Sigurdsson (64), eftir at Leroy Fer hevði lagt Swansea á odda 1-0 í 35. minutti.
Hevði Rooney verið neyvari, hevði hann fingið tvey mál í dystinum í kvøld. Í yvirtíðini av 1. hálvleiki brendi hann nevniliga eitt brotsspark. Tíbetur fyri Everton skoraði Calvert-Lewin tó uppá returin.
Í aðrar mátar legði Rooney upp til 2-1 málið hjá Sigurdsson - og hevur hann nú við hesum upplegginum 103 "assists" í Premier League, sum er met. Gamla metið átti Frank Lampard við 102 assists.
Toppskjútti í Premier League í løtuni er Mohamed Salah úr Liverpool. Hann hevur skotið 14 mál.
Eftir eina trupla byrjan í Premier League í ár er Everton nú komið upp á eitt 9. pláss í deildini við 25 stigum.
Wayne Rooney hevur tilsamans skotið 28 mál fyri Everton, 253 mál fyri Manchester United og 53 mál fyri enska landsliðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo