Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú so nógvar føroyskar familjur eru farnar at ferðast við bili á kontinentinum og vága sær drúgvar leiðir suður um tað danska markið, er vert at vísa á eina serliga hugnaliga leið, sum er løtt og liggur rættiliga "snórabein" úr Danmark og líka til Alpuføturnar.

Hon er tiltikin vøkur, idyllisk við nógvum søguligum og arkitektoniskum perlum. Hon verður nevnd Romantische Strasse og gongur frá Würzburg í Miðtýsklandi  til Füssen, beint við markið til Eysturríki.

Fer man úr Jyllandi eigur man at steðga ella gista í Hildesheim, sum liggur 340 km frá danska markinum.

Hildesheim er meira enn 1200 ár og sera spennandi at spáka og dvølja í.

Frá Hildesheim koyrir man beinvegis til Würzburg, har sum Romantische Strasse begynnir (Tað eru ca. 335 km). Har er eitt glæsiligt slott, sum er vert at vitja.

Úr Würzburg koyrir man gjøgnum fantastiskar býir til tann undurfagra  býin Rothenburg ob der Tauber, sum er kosin til verðins allarvakrasta smábý. Har eigur man at dvølja leingi, helst gista.

Frá Rothenburg koyrir man til Augsburg, sum er meira enn 2000 ára gamal. Har er verðins fyrsta sociala bygging at síggja. Tað sigst, at kapitalisman begynti í Augsburg, har ein av ríkastu familjum í verðini helt til (Fugger-dynastiið). Ur Augsburg koyrir man til Füssen, har ein tann mest stásiliga borgin í Europa liggur. Hon eitur Schwanstein, og varð bygd av einum megalomanum bayerskum kongi. Hon var ofta tilhald hjá Richard Wagner, sum komponeraði har. Walt Disney brúkti slottið sum modell fyri sínar tekniseriur um "Grimms ævintýr")

Á leiðini millum hesar nevndu býir eru ørgrynni av øgiliga  hugnaligum vøkrum býum, sum allir eru verdir at dvølja í, men tað mugu fólk sjálvi avgera, hvønn tey prioritera ella dáma best.

Møguleikarnir eru legio fyri alskyns upplivlsum ella smakk. Har á leiðini verður man viðfarin betri ein nakar kongur, so hvør maður kann beinleiðis føla seg sum keisara.

Góða ferð ynski eg teimum knáu bilfarandi, sum vilja uppliva tann ríka centraleuropeiska kulturin.

Virgar Tórarson Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo