![Rom 04](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/b/2/csm_Rom_04_3ee6c89692.jpg)
![Rom 04](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/b/2/csm_Rom_04_3ee6c89692.jpg)
Vápnaðir innbrotstjóvar tóku seg inn í heimið hjá Roma-leikaranum Chris Smalling, skrivar La Gazzetta dello Sport.
Smalling, konan og tvey ára gamli sonurin svóvu, tá ið tríggir vápnaðir innbrotstjóvar brutu inn í heimið í italska høvuðsstaðnum.
Maskeraðu tjóvarnir hóttu Smalling til at lata pengaskápið upp, har Rolex-ur, smykkur og aðrir dýrmettir lutir lógu.
Løgreglan er farin undir at kanna málið, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo