Í DV í kvøld segði Høgni Hoydal, sum rætt er, og sum eisini stendur í greinini á VP, sum DV vísur til, at antitrust tølini vóru komin frá reiðarunum.
Tað eru grannskoðararnir hjá reiðaríunum sum hava roknað tølini út.
Kringvarpið var sjálvt á staðnum og fekk tølini frá reiðarunum, men vildi ikki vísa tølini.
Kringvarpið hevði bert sett eitt pluss (+) aftanfyri, sum myndin niðanfyri vísur.
Tá ið so kringvarpsmaðurin Rólant Waag Dam kemur framat mikrofonini í kvøld í DV, sigur hann at tølini eru frá Hanusi Hansen.
Men tað er skeivt og eigur Kringvarpið at rætta hetta, og ikki bera ósannindi út til sínar hyggjarar.
Kringvarpið er vælkomið at brúka greinar á VP, men so skulu tær brúkast rætt.
Les eisini:
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo