Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Títt eyðkenni og lyndi
er tænastan, tú fekk
í friðsemi og yndi
sum Meistarin undan gekk.

Tú vinur gjørdist veikum
tú bøtti teirra løst,
teim sum í lívsins leikum
av lagnu sótu føst.

Tú lætti teimum dagsins kor
teim stuðlaði á leið,
og tú gavst teim lívsins fagra orð
á teirra vesturleið.

Tú íðin vart frá ungdómstíð
at ganga Harrans veg
Meistarans verk tú steig inn í
og halgaði sjálvan teg.

Tú Sannleikan og Vegin sá,
gekk Lívsins fótaspor,
tá lýsti tær í myrku vrá
hitt æviga lívsins orð. 

Tú ungur valdi hin góða lut
sum ei frá tær takast kann,
tann lutur er hin góði Gud,
og Kristus, sum teg fann.

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo