Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

So kom árið og løtan eisini til Róland, táið arbeiðissaðilin skal skiftast út við saðil eftirlønarmanna. 

Men tað ger minni, tí tað er framvegis ogn í Rólandi. Hann er og verður ein originalur. Jaligur og tolin.

Kennist nærum óbroytiligur - og hetta heilt frá ungum av. Hann lýðir á, hugsar og kemur við sínari viðmerking – sum oftast brosandi – og tá kann hann fara bæði víðan og djúpan við....

Yndis áhugamál hansara eru átrúni og franskt – og fronsk viðurskifti yvirhøvur. Hesi fakini sum hann leyk prógv í sum cand. mag. við Aarhus Universitet - umframt tað eina árið at stunda nám við fakultet í Oslo.

Hetta hevur eisini sermerkt hann fyri lívið. Eins og hansara djúpi ansur og tokki til ta ómetaligu bókina við svartari permu, sum ofta í vanligum vankunnleika verður snerkt at í studentikosum og akademiskum luftløgum, har ið Róland hevur havt sína virkisleið. 

Men hetta nervar ikki Róland. Átøkur navnframa navna sínum - í herjaði á móti heidningum við Dýrindali í Runsivali - men tó heldur friðarligari av lyndi enn hin fyrri (!). 

Jú, hann er frankofilur eisini -  í rúmari merking. Og sum vit av og á – og helst alt ov sjáldan – hava hoyrt hann greina og greiða frá um fronsk viðurskifti í fjølmiðlum landsins. Altíð væl fyrireikaður og áhugaverdur. Ein rættiligur undirvísari. Soleiðis at eisini tey, sum ikki júst hava hansara lívsáskoðan um mangt og hvat, tó geva honum góð viðmæli.

Næmingar, ið fyrr gingu á VBV og í Hoydølum, og sum heimanífrá høvdu eina kristiliga lívsáskoðan í viðføri, kendu seg ikki sørt at merkja eina fýlandi, happandi og svalliga øksl í løtum. Tí tað hendi.

Tá kendist teimum ungu tað fjálgt, at Róland kom har í starv sum dugnaligur lærari - uttan háva - við síni vinaligu medferð. Tí alt varnast tey ungu, sum ofta í teim sáru árunum – moyr og júst komin frá mammu síni – er befongd við heldur djúpa virðing fyri teim “so vitandi vaksnu”, sum myndug kundu gjara út við framtíðar karakterum frá 13 ella 03. 

Róland hevur eisini kent til mótburð. Hann og yngri bróðirin Sámal mistu sum blaðungir móður sína Ragnhild - 32 ára gomul. Róland var bara átta ár. Pápin Poul í Skorini av Eiði giftist seinni aftur við Mariu, og tey fingu dóttrina Ragnhild. Róland giftist við Elsu Absalonsen úr Klaksvík, og tey eiga børnini: Pól, Stefan, Heina og Mariu. Ein góð familja.

Millum hansara mongu menniskja-relateraðu áhugamál eru tað serliga legurnar í Zarepta fyri teimum ið bera brek, sum hava havt hansara stóra áhuga. Ár um ár.

Haldi eitt nú at menn sum Andrew W. Sloan, Petur W. Háberg og Jógvan Skýlindal (sum eftir strævnan arbeiðsdag lærdi seg grikskt hjá Niels Ladegaard Pedersen, studentaskúlalærara, ið var serkønur í grikskum og latíni) hava havt sína ávirkan á Róland.

Róland hevur góðar gávur sum talari. Næmingar um alt landið kenna hansara sakligu frálæru um mál og lívsáskoðan. Og hann dugir at taka skemtilig dømi, sum kann fáa áhoyraran at  “vakna”. Sum nú einaferð í summar, táið hann legði fram - og úr hondum - ta nágreiniligu fronsku/føroysku orðabókina eitt Sprota-kvøldið í Reinsaríinum.

Tá legði  hann fyri nakað soleiðis: Lítli fimmára gamli abbasonurin helt fyri við mammu sína í dag: Ja, nú er abbi endiliga liðugur við at skriva Bíbliuna lidna!. Og Róland skoytti uppí – jú, orðabókin hevur tikið sína tíð – men tó ikki tey 1600 árini (!).

Og nú hevur Róland havt sín seinasta dag í føstum starvi. Og vit fara við hesum hiðani at ynskja honum blíðan byr og til lukku við teim náddu sjeyti árunum og takka fyri manga uppbyggiliga og hugfarsliga løtu í farnum árum.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo