Rókur Akralíð hevur gjørt av at stilla hondbóltsskógvarnar á hillina.
Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2004, bert 17 ára gamal, og hevur nú eftir 18 ár á landsliðnum gjørt av at steðga.
Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.
Hann steðgar eisini í sínum felagi Aarhus HC.
Rókur Akralíð er 35 ára gamal og arbeiðir sum lækni í Aarhus. Hann hevur leikt 51 landsdystir og skotið 67 mál fyri føroyska A-landsliðið, og hann er sostatt leikarin við triðflest landsdystum.
Um avgerð sína at gevast sigur Rókur millum annað, at...
- Fortreytin fyri at vera virkin á høgum ítróttarligum støði krevur, at tíð og orka verður løgd í venjing og ikki minst styrkivenjing. Hesa tíð havi eg tíverri ikki longur.
- Eg havi vant minni enn áður og var byrjaður at merkja, at styrkin og støðið hjá mær heldur ikki var, sum tað hevur verið.
- Eg havi hugsað um tað í eina tíð eftirhondini, og tað var við blandaðum kenslum, at eg í desember ringdi til landsliðsvenjaran og greiddi frá, at eg hevði tikið avgerð um at gevast við at spæla hondbólt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo