Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Orðini eigur formaðurin í búskaparráðnum í samrøðu við Dimmalætting nýliga. Hann leggur aftrat, at politikarnir vita, hvat er neyðugt at gera, men teir gera tað ikki.

Kemur ikki broyting í, so hava vit ikki ráð til vælferðartænasturnar, sum vit hava í dag. 

Vit onnur vita tað eisini, tí vit støðugt vera mint á tað. Og fá skilja politisku lyftini um alt, ið liggur fyri framman.

Fróði Magnussen vísir eisini á dupultfunktiónirnar, ið halda fram, hóast landið er so væl samanbundið, tí ongin vil lata almennu størvini, ið bygdin hevur fingið.

Tað sum eisini orsakar hesa grein er eftirlitsvitjan landslæknans á Heilbrigdi, ið ikki er fyri sartar sálir.

Tað minnir meg á uppihaldið á Pro Vita viðgerðarstovninum í Malmø, ið var partur av útbúgving míni til alkolog 1993/1994, ið eg helt verða neyðugt til tess at røkja starvið sum leiðari av Kriminalforsorgini. Viðgerðin fór fram eftir 12trinsskránni, ið eisini tá var á Heilbrigdinum.

Skúlin eg gekk á á Ferderiksberg Sjúkrahúsinum í Keypmannahavn hevði sama slag av viðgerð. Felags fyri báðar stovnar var, at har var eingin avrúsing.

Á Frederiksberg var bert ambulant viðgerð, meðan Malmø eisini hevði døgnsjúklingar. Felags fyri báðar stovnar var, at tú skuldi vera edrúur, tá tú byrjaði viðgerðina. Var tú ikki tað, so slapst tú ikki í viðgerð. Eisini skuldi tú gjalda 30.000 kr áðrenn viðgerðin byrjaði.

Hugsanin var, at rindaði tú so nógvan pening, so fór tú ikki beint at drekka aftaná.

Eyðvitað var ongin avrúsing á hesum støðum, tí brúkararnir vóru edrúir, tá teir komu.

Í Malmø vóru fleiri aðrir viðgerðarstovnar og ongin hevði avrúsing. Hetta var eg sera bilsin um.

Frágreiðingin í Malmø var, at tey høvdu ikki ráð til fleiri avrúsingarstøð. Tí avrúsingin var nógv tann dýrasti parturin av viðgerðini. Tað var sjúkrahúsið í Malmø, ið tók sær av ti. Og tað riggaði væl.

Í Malmø búðu tá 250.000 fólk.

Segði frá hesum á Heilbrigdi, og fekk til svar, at avrúsingin var neyðug til tess at brúka avrúsingar tíðina til at motivera fólk til at fara í 12trinsviðgerð.

Samanumtikið, úrslitið varð betur. Kanska eru dømi um tað. Men hava vit ráð til tað umframt, at viðgerðin er ókeypis, hóast hon verður endurtikin.

Blái Krossur í Føroyum var eisiini komin tá, og tey høvdu eisini avrúsing, sum tey ivaleyst hava enn.

Síðani eru fleiri viðgerðarstovnar komnir. Giti teir eisini hava avrúsing.

Skilagóða landsstýriskona okkara Ruth Vang segði herfyri, at tað fór at vera trupult at finna semjur um komandi fíggjarlóg.

Mongu álvarsomu atfinningarnar og viðmerkingarnar hjá landslæknanum til Heilbrigdið herfyri kundu bent á, at nú er tíðin komin til  m.a. at enda avrúsingarpartin av viðgerðini á Velbastað, so verulig orka er til viðgerðarpartin.

Tey eiga at verða før fyri at røkka góðum úrslitum kortini, sum mong dømi eru um.

Men líka so neyðugt er at minka um aðrar dupultfunktiónir á øðrum økjum aðrastaðni í landinum.

Sum fíggjarstøðan er, eru vit  mong, ið eru samd við Fróða Magnusen.

Og  haraftrat kunnu vit ikki taka undir við at fara undir undirsjóvartunnili til Suðuroyar fyribils.

Karin Kjølbro

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo