Tað verður 34 ára gamli havnarmaðurin, Rógvi Mikkelsen, sum nú skal standa á odda fyri Hilton Garden Inn Faroe Islands.
Rógvi Mikkelsen hevur drúgvar royndir úr hotell- og tænastuvinnuni bæði uttanlands og í Føroyum. Til fyri stuttum hevur Rógvi starvast sum hotellleiðari fyri Hotel Brandan.
“Rógvi Mikkelsen hevur viðkomandi og góðar royndir við at leiða og byggja eitt nýtt hotell upp, umframt at hann bæði er framfýsin og hevur greiðar ætlanir fyri, hvussu vit framhaldandi kunnu menna hotellið í rætta Hilton-andanum. Hetta ger hann til júst tann profilin, sum vit hava tørv á fyri at framtíðartryggja eitt framhaldandi høgt tænastustig, eitt gott arbeiðspláss og eitt altjóða brand her í Føroyum,” sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Hilton Garden Inn Faroe Islands.
“Tað verður spennandi at arbeiða í eini so stórari og viðurkendari hotellketu. Hetta er eitt avbjóðandi og áhugavert starv, sum eg gleði meg at fara undir. Martin Restorff og starvsfólkini hava gjørt eitt megnar arbeiði higartil, og eg fari við góðum treysti undir at byggja víðari upp á tað góða grundarlagið,” sigur Rógvi Mikkelsen.
Hilton Garden Inn Faroe Islands lat upp í oktober 2020. Hotellið er partur av navnframu Hilton-hotellketuni og er einasta altjóða hotell í Føroyum.
“Vit vilja takka Martini Restorff fyri tað stóra arbeiðið, ið hann hevur lagt í at fáa Hilton Garden Inn væl frá byrjan. Vit eru takksom fyri hansara stóra leiklut, sum hevur verið avgerandi fyri góðu gongdina,” sigur Niels Mortensen.
Rógvi Mikkelsen byrjar í starvinum beinanvegin og fer fyrstu tíðina at starvast tætt saman við Martini Restorff, sum er vorðin partur av nevndini fyri hotellið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo