Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Er tað veruliga so, at vit í Klaksvík ikki kunnu leggja okkum trygt at sova, uttan at tann savnandi trappan næsta morgun er burtur, tað gamla søguliga húsið er rivið niður, at eitt stórt hol aftur er grivið í vegin, bøurin grabbaður ella at tú sært eitt nýtt grótbrot taka skap ... Hví fara vit so illa við okkara kæra býi. Ella er hetta tað, sum vit vilja?

Eg veit, at Rom ikki varð bygdur eftir einum degi og Klaksvík ikki eftir fýra árum.

Onkur ávaraði meg eisini. Fekk at vita, at lítið nyttar at fara uppí politikk. Í býráðsarbeiði eru ov nógvar goymdar dagsskráir. Og eisini tungar mannagongdir. Og næstan bara menn, sum arbeiða eftir sínum egna høvdi.

Politiska lærutíðin er næstan liðug. Eg havi onki prógv í hondini, men fleiri royndir og eygleiðingar, sum vónandi kunnu koma norðoyingum til góðar.

Vit mugu trúgva á framtíðina og hvønnannan. At vit eru íðin og sjálvbjargin og duga at finna skilagóðar loysnir. Vit skulu tora at hugsa lokalt uttan at verða heimføðingar. Og her á staðnum eiga vit nógv góð og dugnalig fólk, sum í felag vilja byggja eitt gott samfelag.

Eg eri framvegis takksom fyri álitið veljarin gav mær, og at Karl Johansen, sum gjørdist okkara borgarstjóri, saman við Fólkaflokkurin, beyð mær uppí meirilutan og at stýra kommununi.

Vit funnu eisini tónan og alt boðaði frá góðum. Ein vónrík samgonga setti út í kortið. Men vit rendu okkum ímóti einum høgum skuldarmúri, sum stóð at rapa oman yvir borgarar í kommununi ... Var tað so galið? Vit minnast kjakið, sum var ímillum fyrrverandi og núverandi borgarstjóra. Og alt prátið um fíggjarligar raðfestingar og um seinkaði og dýrkaði byggimál.

Hvussu hendan samgongan hevur klárað at húsast við sínum skattainntøkum er so ein heilt annar spurningur. Sjálv eri eg ikki í fíggjarnevndini, men eg havi ikki verið nøkur dýr kvinna fyri býin. Somikið veit eg.

Tá eg sum nývald og púra óroynd í politikki, ja við stórum væntanum og bjartskygdari hugsan, møtti á fundi í býráðshúsinum, helt eg, at nærum alt bar til. Politikarar lova og vilja øllum tað besta. Og góð hugskot nýtist ikki altíð at vera kostnaðarmiklar.

Hví so lítið hendir, og hví alt gongur so seint í býráðsarbeiði, er mær framvegis ein gáta. Og eg gerist hugtung, tá eg síggi ein óruddiligan og dálkaðan bý, tað, sum framvegis liggur í órøkt og kommunal arbeiði, sum ongan góðan tykjast at eiga.

Eg havi áður skrivað um, hví eg valdi at taka meg úr samstarvinum við sitandi meiriluta. Og satt at siga, so fekk tað ikki verið øðrvísi.

Umframt borgarstjóran, hava vit nakrar týdningarmiklar nevndarformenn og eina hampuliga stóra umsiting, sum eigur at tryggja, at tann góði politiski viljin og annars øll samtykt mál verða framd í verki.

Tað nívir meg veruliga, at tað her í kommununi ofta verður farið fram eftir fummum. Risadýru byggiverkætlanir, sum geva greflig og varandi sár eftir í náttúru okkara, er ikki mín politikkur. Heldur ikki tað nógva vegarbeiðið, sum eftir mínum tykki er alt ov illa umhugsað og ov lítið framskygt. Og hví vit skulu rinda í dýrum dómum fyri útlendskar byggiverkætlanir, sum ongan enda fáa. Og at vit í Klaksvíkar Býráð, í tíð og ótíð, noyðast at keypa okkum ráðgeving ella bíleggja kanningar frá serfrøðingum, sum sjáldan kenna býin og Norðoyggjar meiri enn næstbest.

Eg havi roynt at talað at. Men helst skal sterkari lútur til. Og føroyskar kvinnur hava fyrr tikið upp eftir ábyrgdarleysum monnum. Og skal tað vera mín leiklutur, so geri eg tað fegin saman við fjøldini av skilafólkum, sum her búgva!

Sjálv eri eg púra sannførd um, at ikki bara ungdómurin, men alt mítt ættarlið og nógv við okkum, vilja flyta Klaksvík og ivaleyst allar Føroyar á eina kós, har fólk liva, byggja og innrætta sín gerandisdag eftir øðrvísi spælireglum og virðum enn tað sum kranabilar lyfta og byggihøllir rúma.

Hetta er møguleikans býur. Ta næstu tíðina vil eg í politiskum greinum lýsa ítøkiliga fleiri av hjartamálum mínum.

Annika S. Biskopstø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo