Havnar Hornorkestur: Sunnudagin 25 apríl, verður árliga flaggdagshaldi hjá Havnar Hornorkestri í Havn.
Røðari í ár er Bergtóra Høgnadóttir.
Bergtóra Høgandóttir er Havnakvinna – hevur búð í Havn, á Argjum og í Hoyvík. Eisini hevur hon buð í 10 ár í Keypmannahavn.
Fyrstu arbeiðsroyndir hennara vóru sum gøtusópari í Havn og eisini arbeiddi hon sum ung á Kondittaríðnum og vaskaði á Landssjúkrahúsinum.
Seinastu árini hevur hon verið HR-leiðari hjá SEV, og stundum heldur hon fyrilestrar um eitt nú trivna og arbeiðsgleði.
Bergtóra er útbúgvin sosialráðgevi og havur ein master í postivari sálarfrøði, hon er 50 ár og eigur vaksnar tvíburardøtur.
Flaggdagshald varð hildið í havn í 1941- og 1942, men so var steðgur í nøkur ár, áðrenn Havnar Hornorkestur byrjaði síni flaggdagshald í 1947. Hornorkestrið hevur síðani skipað fyri flagghaldi í Havn á hvørjum ári síðani 1947.
Flaggdagshaldi verður klokkan 15 á Vaglinum. Áðrenn flaggdagshaldi marsjera hornorkestrið og skótar oman á Vaglið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo