Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Á samkomu mikudagin, flutti landsstýriskvinnan fram røðu í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Elisabeth Olsen í Tórshavn:

Góða Elisabeth

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum.

Tað er mær ein gleði og mikil heiður at fáa høvi at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Takk fyri tað.

Heili hundrað ár hava tygum livað og hava tí sæð og upplivað nógv meira, enn flestu okkara. Tá tygum vórðu fødd á Granda í Húsavík henda dag í 1920, sá heimurin øðrvísi út, enn hann ger í dag.

Ikki bert heimbygdin Húsavík, men allar Føroyar, ja allur heimurin við.

Tygum vóru yngsta barnið í einum systkinaflokki, sum taldi sjey.

Tíðirnar og lívstreytirnar vóru aðrar, enn vit kenna í dag, og á mangan hátt náðileysar. Foreldur tygara mistu trý børn sum smá, og hóast hetta at missa børn als ikki var óvanligt tá í tíðini, hevur tað sjálvandi verið akkurát líka svárt hjá teimum tá, sum hjá teimum foreldrum, sum uppliva slíka sorg nú á døgum. So fara vit í tonkunum hundrað ár aftur í tíðina, kunnu vit hugsa okkum gleðina, sum kom í húsið á Granda, tá lítla gentubarnið varð borið í heim henda dagin, mitt á sumri í 1920.

Nógv kend staðarnøvn eru í Húsavík: í Skumpitoft, í Tøðuni, millum nógv onnur. Og so á Granda.

Fyri nøkrum árum síðani var í útvarpinum samrøða við Hanus undir Leitinum í Húsavík. Og í samrøðuni tók hann til um júst barnaheim tygara á Granda, hvussu væl tygum og synirnir høvdu hildið hesi valahús og hvussu góð og nosslig tey vóru at koma í. Í húsunum á Granda vórðu tygum fødd. Har búðu tygum fyrstu seytjan árini.

Og har tókust tygum við alt tað vanliga arbeiðið, sum var at gera í húsarhaldinum, við jørðini og við kríatúrunum.

Úr Húsavík kenna flestu okkara eisini søguna um víðagitnu Húsfrúnna. Húsfrúgvin í Húsavík, sum livdi í 15. øld, sum varð søgd at vera ríkasta kvinna í landinum, og sum skuldi duga meira, enn at mata sær. So fleiri kvinnur við áræði hava sín uppruna í Húsavík.

Tí sanniliga hava tygum havt bæði áræði og dirvi, Elisabeth:

Blaðung, einans seytjan ára gomul, fóru tygum við Tjaldrinum til Danmarkar at ganga á háskúla. Eg hugsi, at tað hevur verið bergtakandi og kanska eisini eitt sindur ræðandi at fara hesa longu leið.

Verðin er so nógv minkað hesi árini, og somuleiðis munurin millum lítlu bygdina Húsavík og stórbýin Keypmannahavn. Vit kunnu siga, at verðin var nógv størri tá, enn hon er nú. Tí tá bar ikki til, eins og nú, at sita í Húsavík og uppliva allan heimin á telduni.

So eg kann ætla, at hjartað hevur sligið nakað týtt, Elisabeth, tá tygum seytjan ára gomul gingu eftir landgongdini á Tjaldrinum og stigu fótin á land í meldrinum á Asiatisk Plads.

Hetta var beint áðrenn kríggið byrjaði, og tygum strandaðu tí í Danmark øll krígsárini, eins og so nógvir aðrir føroyingar. Tygum spiltu ikki tíðina burtur, men lærdu til sjúkrasystir í Keypmannahavn hesi árini í útlegd. Longu tá ein modernað, ung kvinna, sum kláraði seg sjálva, og sum visti, hvat hon vildi! Tað hepna var so eisini, at millum allar hesar føroyingarnar í útlegd, var ein unglingi úr Kunoy.

Tað var Árni, sum var farin til Danmarkar, fyrst á studentaskúla og síðani at lesa til lækna.

Hesi árini undir krígnum hava mangan verið lýst sum ein heilt serlig tíð, við sterkum felagsskapi millum teir føroyingar, sum ikki lukkaðust heim, áðrenn kríggið brast á, og tað gjørdist ov vandamikið at ferðast millum lond. Ofta hómast ein romantiskur dámur í frásagnunum frá hesum døgum, og søga tykkara er einki undantak. Tí í hesum blómandi felagslívi hittust tit bæði, Árni og tygum, og gjørdust góð.

Restin er søga, sum tey siga: Tit giftust og fingu fýra synir, Eyðfinn, Klæmint, Bjarna og Sjúrð. Sum læknafamiljur aloftast gera, fluttu tit nakrar ferðir, áðrenn tit at enda búsettust í Havn. Seinast í fimmtiárunum fluttu tit til Danmarkar, tí Árni skuldi gerast psykiatari. Eingin slíkur var í Føroyum, og øll tey, sum høvdu sálarlækna fyri neyðini, noyddust at fara til Danmarkar.

Seinast í sekstiárunum lat Statshospitalið, sum tað tá kallaðist, upp, og Árni gjørdist ímyndin av arbeiðinum har. Millum fólk æt tað ikki at “fara á statshospitalið”, men at “fara út til Árna”.

Ofta verður sagt, at føroyska psykiatriin byrjaði, tá Árni Olsen tók við starvi, og hann gjørdist ímyndin av føroysku psykiatriini.

Eingin kann ivast í, at tygum, Elisabeth, eiga stóran lut í hesum.

Bæði sum stuðlandi kona, men sanniliga eisini sum professionell hjálp, við tygara útbúgving sum sjúkrasystir.

Tá synirnir vóru vaksnir, fingu tygum betri stundir til áhugamál sum til dømis at dansa. Og í Havnar Dansifelag høvdu tit bæði nógvar góðar løtur, og vóru eisini nógvar ferðir í útlondum við felagnum.

Alskin til søgu og kvæðamentan hava tygum ivaleyst fingið við úr mentaða umhvørvinum í Húsavík.

Kingo hevur í einum av kendu sálmum sínum, Sorrig og Glæde, so meistarliga kókað saman tað, sum lív okkara er. Eg fari at loyva mær at lesa fyrsta ørindið, í týðing hjá Christiani Matras:

“Harmur og gleði í felag tey reika,
eydna, óeydna tær ganga á rað.

Viðrák og mótrák tey skiftandi leika,
sólskin og skýggj ferðast saman í lag!”

Tygum mistu lívsvin og maka, tá Árni gjørdist sjúkur og doyði fyri longu útivið tjúgu árum síðani. Fá ár eftir hetta upplivdu tygum ta stóru sorg at missa elsta sonin, Klæmint, sum alt ov ungur knappliga doyði av hjartatilburði. Og fyri stuttum doyði sonarkonan, Ása, av sjúku, einans 70 ára gomul. Viðrák og mótrák tey skiftandi leika, og heldur ikki tygum eru sloppin undan skýggjum á lívsins sólríka himmali.

Tygum hava eitt langt og virkið lív at minnast afturá, Elisabeth:

Barnaárini í Húsavík, ungdómsárini í Keypmannahavn, og vaksna lívið í Havn. Enn er fjørðurin ikki rógvin og tygum kunnu líta aftur á alt tað, sum komið er burturúr - ríkiliga vælsignað við børnum, ommubørnum og langommubørnum. Tygum hava fingið nógv at vera góð við, og nógv, sum eru góð við tygum.

Í dag halda vit hundrað ára føðingardag tygara, og eg fari at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Eg vil ynskja tygum og tygara avvarðandi hjartaliga tillukku við degnum.

Hjartaliga tillukku og takk fyri!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo