Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Uni Arge, Uni Holm Johannesen og Beinta Klakkstein hildu røður í Vestmanna 1. mai. Á myndini síggjast teir báðir fyrst nevndu.

Uni Arge, Uni Holm Johannesen og Beinta Klakkstein hildu røður í Vestmanna 1. mai. Á myndini síggjast teir báðir fyrst nevndu.

Uni Arge, Uni Holm Johannesen og Beinta Klakkstein hildu røður í Vestmanna 1. mai. Á myndini síggjast teir báðir fyrst nevndu.

Góðan dag og góðan 1. mai!

Hevur tú ikki stoypt eini hús ella arbeitt í asfaltinum, kanst tú illa kalla teg arbeiðara. Hevur tú ikki koyrt ein dumpara ella lossað á kaiini, kanst tú heldur ikki kalla teg arbeiðara.

So hvat geri eg her, kunnu tit spyrja. Hvat ger ein, sum livir av at skriva og tosa, á røðarapallinum á Reyða Torginum í Vestmanna 1. mai?

Tað stutta svarið er, at Hans Pauli Strøm bað meg koma. Tað takki eg fyri, tí tað er mær ein heiður at sleppa at røða her í heimbygdini hjá langommu míni, Mallu, konu Bil-Óla í Havn.

Tað longra svarið er, at ein og hvør, sum livir og virkar í Føroyum, eigur at hava brennandi áhuga fyri umstøðunum hjá øllum, sum arbeiða. Fulla tíð ella minni. Ella als ikki.

Flestu okkara fara hvønn dag til arbeiðis at tryggja okkum, at vit kunnu fáa mat í munnin og hava tak yvir høvdið.

Í hesi strembanini hyggja vit natúrliga at, hvussu fræg lønin er. Vit spyrja, um hon samsvarar við tað, vit geva, og eru vit ónøgd við lønina, krevja vit hægri løn.

Tá vit so fara til handils, venda vit eisini hvørjum oyra, tí tað er alneyðugt í dag.

Okursprísir á gerandisvørum
Fyri tveimum árum síðan brast kríggj á millum Russland og Ukraina, og tað skerdi kornútflutningin úr Ukraina. Beinanvegin komu boð um, at allur bakstur í Føroyum dýrkaði.

Breyðið gjørdist ikki keypandi, og skuldi tú keypa tær ein lítlan søtan múrstein, var ongin vegur uttanum – tú mátti leggja 31 kr. á diskin. Og 37 kr. fyri eitt toskasnitt.

Men so gjørdu Russland og Ukraina eina avtalu, sum tryggjaði kornútflutningin, og so áttu boð at komið um, at baksturin gjørdist bíligari aftur, men tað hendi ikki.

Matvørurnar vórðu verandi dýrar, og nú er tað ein umbering í sambandi við allar príshækkingar í samfelagnum, at kríggið hevur skyldina. Tað ræðuliga kríggið hjá Putin.

Vit liva í heimsins besta landi, siga vit mangan, men tá hyggja vit bara at teirri bráðvøkru framsíðuni.

Vit síggja ikki tær sperdu barnafamiljurnar og tær støku mammurnar, sum mugu til handils at keypa breyð fyri 46 kr. og átta flísar av rullupylsu fyri 34 kr.

Vit síggja ikki tey, sum mugu til handils at keypa tveir litrar av jogurti fyri 56 kr., tveir pakkar av róma fyri 32 kr. og ein Klovborg ost fyri 85 kr. Og átta vesirullur fyri 50 kr.

Heldur ikki síggja vit tey, sum mugu keypa ein pakka av Coko Pops fyri 50 kr., tí børnini bøna og biðja tey um tað.

Hægri løn er kravið
Hvør hevur ábyrgdina av, at prísirnir soleiðis verða skrúvaðir upp til himmals?

Hvør svarar teimum fólkunum, sum hugtung spyrja, hvussu ein hundraðkrónuseðil kann hvørva so skjótt millum fingrarnar, sum hann ger í dag?

Støðan er jú, at lønarhækkingarnar, sum fakfeløg vinna sær í samráðingunum, nærum beinanvegin verða uppetnar av okursprísum á gerandisvørum.

Kann tað passa, at arbeiðsgevarar og handilsvinnan eru samd um, at soleiðis skal skilið vera? At tað skal vera so tvørligt at liva?

Fyri mær at síggja gera arbeiðsgevarar sær sjálvum eina bjarnatænastu, um teir ikki hava eina avgjørda meining um prísleguna í samfelagnum, serliga á gerandisvørum.

Hava teir ikki tað, biðja teir jú sjálvir um, at fakfeløgini koma kropp á kroppi og biðja um munandi hægri lønir. Tí øll skulu vit liva, og liva mugu vit av lønini.

Gerandisligar avbjóðingar
Okursprísir á gerandisvørum eru ikki einasta avbjóðingin hjá fólki í dag. Útreiðslurnar til bústað eru ein onnur stór avbjóðing, serliga síðan rentan hækkaði.

Eini hús í meginøkinum kosta nú so nógv, at spurningurin er, um tann tíðin er farin, at fólk megna at gjalda síni hús niður og at enda fara at eiga tey.

Vit kunnu óttast, at tey í staðin fara at liva av náði frá bankunum, og at tey, sum ikki hava ráð at keypa sær bústað, mugu liva av náði frá útleigarum.

Tilveran hjá mongum er nú ein kapprenning um at gjalda bankunum rentur og avdrøg og himmalhøg tænastugjøld, samstundis sum tey skulu gjalda okursprísir fyri gerandisvørur.

Oman á tað koma so útreiðslur til olju, streym, bil, ansing, limagjøld í ítróttarfeløgum, klæðir upp á kroppin, skógvar upp á beinini og uttanlandsferðir, um nakað er eftir til tær.

Eg hoyrdi um ein arbeiðarafelagsmann, sum granskaði myndirnar av teimum 5.000 føroyingunum, sum vóru í Berlin í januar. Hann sá ikki ein einasta arbeiðara har.

Hetta komst uttan iva av, at í dag krevst meira enn nakrantíð hjá lágløntum, at hvørt oyra verður vent, og at spart verður, har sparast kann.

Tey arbeiðandi fátæku
Í øðrum londum verður viðhvørt tosað um hugtakið, sum á enskum kallast The Working Poor – tey arbeiðandi fátæku.

Fátækradømi settu vit fyrr í samband við tey, sum ikki arbeiddu og fingu almannahjálp.

Men tey arbeiðandi fátæku arbeiða sum onnur. Tey fáa bara ov lítið í løn, ella hava tey ov fáar arbeiðstímar. Endarnar fáa tey tí ikki at røkka saman.

Tey, sum tjena ov lítið, mugu ofta arbeiða meira. Taka eyka vaktir, so børnini kunnu fáa klæðir upp á kroppin og tríggjar máltíðir um dagin.

Hesi fólkini hava lítla frítíð, og við ov lítlari frítíð økist vandin fyri strongd, men tey kunnu ikki taka sær av løttum, tí tey hava ikki ráð.

Kanska biðja tey familjuna um hjálp, men øll eiga ikki rík foreldur, og øll hava ikki arvað ein bóndagarð, so fleiri staðni er hjálpin ikki næst, tá neyðin er størst.

Eg sigi ikki fyri vist, at í Føroyum finst ein undirstætt við arbeiðandi fátækum fólkum, men eg veit, at mong stríðast við at fáa endarnar at røkka saman.

Hvør hevur eyguni við teimum arbeiðandi fátæku, sum ikki fáa pengarnar at passa? Hvør gevur handilsvinnuni boð um, at nú má vera nóg mikið við príshækkingum?

Halda prísirnir ikki uppat at hækka, hevur arbeiðsfólkið ongan annan møguleika enn at berjast fyri lønini. Við stálsettum vilja.

Ein skrúva uttan enda
Sum støðan er nú, tykist hendan gongdin tó at vera ein skrúva uttan enda. Prísirnir fara til himmals, lønirnar royna at standa mát, og tá so lønirnar hækka, hækka prísirnir aftur.

Men prísurin á breyði hevur eitt pínumark. Prísurin á jogurti, róma og osti hevur eitt pínumark. Sálin hjá teimum arbeiðandi fátæku hevur eisini eitt pínumark.

Eisini snildirnar hjá handilsvinnuni hava eitt pínumark, m.a. tann snildin, at mestsum bara óneyðugar vørur verða settar upp á tilboð og ikki tær neyðugu.

Um tilboð eru, enda tey, áðrenn fólk hava vent sær. Sum tað stóð á einum tilboðsblað, har Klovborg osturin var upp á tilboð: Galdandi frá 23. til 27. apríl, men 25. og 26. er stongt!

Í øðrum londum verður sagt, at tey arbeiðandi fátæku rópa ikki, kæra ikki sína neyð og finnast ikki at samfelagnum. Tey skammast heldur og siga onki.

Tey kunnu meira enn so kenna seg ráðaleys, og við ráðaloysinum kemur vónloysið, vita vit, men hvat kunnu tey gera?

Her á landi erpa vit okkum ofta av gávumildni, og at vit eru umsorganarfull, men príslegan í samfelagnum er hvørki gávumild ella umsorganarfull.

Mátahald og miskunnsemi
Skulu vit koma skeivu gongdini til lívs, so krevst, at vit leita aftur til dygdir sum mátahald og næstrakærleika. Tí vit vita, at grammleiki er tann allarstørsta deyðssyndin.

Í eini bók, sum vit øll kenna, verður prædikað um trúgv, vón og kærleika. Tey endurtaka hesi orðini í kirkjum, samkomum og morgunlestrum hvønn tann einasta dag.

Kanska verða orðini eisini havd á lofti á stjórakontórum í handilsfyritøkum, reiðaríum og í politiskum flokkum. Av gomlum vana.

Men liva vit eftir teimum? Skunda vit undir vónina, trúnna og kærleikan við at ræna síðst tjentu krónurnar frá sperdum barnafamiljum og støkum mammum upp á yvirarbeiði?

Tað gera vit ikki, og tí mugu vit siga í Vestmanna í dag, at nú er nóg mikið. Gevist nú við príshækkingunum, tí tit hava við fólk at gera. Vanlig fólk, sum skulu liva.

Hagstovan segði nú ein dagin, at prísvøksturin er ikki líka stórur nú sum fyri 2-3 árum síðan. Jú, takk, men prísirnir hækka framvegis, eisini á matvørum.

Seinastu trý árini hevur samlaði prísvøksturin verið 16 prosent, onki minni! Tað skal samanberast við, at hann árini frammanundan var bara 1-2 prosent.

Vit mugu tí siga við handilsvinnuna í dag: Gerið okkum ta tænastu, at tit í næstum kunngera, at prísirnir á gerandisvørum lækka! At tíðin er farin, at fólk mugu gjalda marglætisupphæddir fyri neyðsynjarvørur.

Vísið miskunnsemi og lækkið prísirnar á fiski, kjøti, grønmeti, frukti og mjólkarúrdráttum, tí tað er onki bragd at skrædla tann, sum frammanundan eigur ov lítið.

Tað er ómoralur!

Takk fyri, at tit lýddu á, og enn einaferð góðan 1. mai!

Uni Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo