Tórshavnar kommuna: Millum málini á skránni fyri býráðsfundin komandi hóskvøld, er ein avtala millum Tórshavnar Kommunu og Róðrarfelagið Knørrur.
Talan er um ein langtíðar leigusáttmála, sum gevur róðrarfelagnum møguleikan at byggja eitt nýtt neyst við tilhoyrandi felagshúsi, á eitt kommunalt grundøki úti í Álakeri.
Grundøkið talan er um, liggur úti við nýggja bátahylin í Álakeri, niðanfyri og vestanfyri neystið hjá Havnar Róðrarfelag. Økið er okkurt um 750 fermetrar til støddar. Tað er væl egnað til bygging av neystinum, og liggur eisini væl fyri til at draga bátar.
Róðrarfelagið Knørrur hevur leingi ynskt sær eitt felagshús sum kann savna meginpartin av virkseminum á einum og sama stað. Og eftir samskifti við Tórshavnar Kommunu er ætlanin nú at samtykkja hendan sáttmálan á komandi býráðsfundi, so Knørrur fær lendi til nýggja felagshúsið.
Allar viðkomandi nevndir hjá Tórshavnar Kommmunu hava mælt til at taka undir við uppskotinum, og 20.okt varð avtalan góðkend av fíggjarnevndini. Hóskvøldið komandi, 28.okt., skal Býráðið so staðfesta sáttmálan endaliga. Verður hann samtyktur, skal hædd takast fyri neystinum hjá Knørri í arbeiðinum at gera nýggjan bátahyl í Álakeri.
Verkætlanin í Álakeri er longu komin væl áleiðis, og eftir ætlan verður hon liðug í 2022. Í samband við skipan av hesum nýggja økinum, verður Róðrarfelagið Knørrur og teirra nýggja neyst ein natúrligur partur av báta-umhvørvinum úti í Álakeri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo