Tann 74 ára gamla poppstjørnan Rod Stewart og elsti sonur hansara, Sean, skulu møta í rættinum eftir eina hending í Palm Beach, Florida, nýggjársaftan, skrivar tíðarritið People.
Sambært innliti miðilin hevur fingið, heldur løgreglan at teir vóru við í harðskapsmáli, tá faðir og sonur ikki sluppu til eina privata veitslu, skrivar norska TV 2.
– Teir fóru at leika í og rópa og keglast. Og vildu ikki fylgja boðunum um at skrubba av, stendur í rættardokumentinum.
Teir skulu tí møta í rættinum tann 5. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo