Danska Rockwool-samtøkan hevur í tíðarskeiðinum 2015 til 2020 tjent milliónir av krónum upp á vøru til prosjekt, sum hoyrdu undir russiska verjumálaráðnum.
Tað avdúkaðu Danwatch og Ekstrablaðið fríggjadagin.
Nú er so Erhvervsstyrelsen farin undir at kanna Rockwool um samtøkan hevur brotið sanksjónirnar móti Russlandi í sambandi við innlimanina av ukrainsku Krim-hálvoynni.
Tað váttar Erhvervsstyrelsen í dag í telduposti til Danwatch, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo