Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Minnist eldri norðuroyingar tosa um ein lúrandi vanda, nú bergið stóð at leypa. Mint varð á varsemi og hóvliga framferð. Tað ráddi um at taka støðuna í álvara og halda seg burturfrá vandaleið. Umráðandi var at avmarka skaðan av einum komandi skriðulopi.

Nevnda náttúrufyribrigdi kann nýtast til at lýsa støðuna, nú farsóttin Covid-19 tók dik á seg í føroyska samfelagnum eftir nakrar friðarligar mánaðir. Tað, ið fleiri væntaðu, hendi. Tann sjónligi vandin, ið lúrdi við ups og rók, gjørdist veruleiki.

Minnist eldri menn tosa um, hvussu tann nýggja rásin varð løgd í berginum eftir eitt skriðulop. Tann gamla smogan ella gøtan var burturi, og ein nýggj gongd leið varð funnin. Tað ráddi um at síggja lendið við nýggjum brillum, síggja nýggjar leiðir, síggja avbjóðingar heldur enn forðingar.

Sjáldan er tað gagnligt einvíst at hyggja aftureftir. Fáur kemur stórvegis fram á leið, um vit einans eru afturlítandi. Tó, tað er gagnligt at læra av søguni, so vit ikki gera sama feilin einaferð afturat. Vit mega – eins og teir gomlu í Norðoyggjum – kanna lendið og finna nýggjar gongdar leiðir.

Tað er ein dygd at vera tilvitaður um vansar og óhepnan atburð. Tað er als ikki til nyttuna at forfylgja gjørdum mistøkum og teimum, ið vit meta eru viðvirkandi til, at Covid-19 skriðan leyp og skelkaði samfelagið og tilveru hins einstaka.

Altjóðasamfelagið hevur fest røtur í føroyskum jørðildi. Landsmenn okkara búgva runt um í heiminum og sigla á teimum stóru heimshøvunum. At byrgja seg inni og steingja umheimin úti er ikki ein gongd leið í langa tíð.

Mær tykir, at støðan vit eru í við atliti at smittuni er ein beinleiðis fylgja av einum opnum samfelag við lívligum samskifti og virknari samvinnu landanna millum á altjóða støði. Umheimurin er ein fortreyt, um vit skulu marknaðarføra tilfeingið og fáa pening til ein gerandisdag á rímiligum og nøktandi støði sosialt og fíggjarliga.

Søguliga kenna føroyingar til tíðarskeið, tá ið fiskaprísurin úti í heimi var vánaligur, ella vit ikki fingu selt fiskin, ið var drigin av grunni. At byrgja seg inni er ikki vegurin frameftir. Søguliga kenna vit avleiðingarnar, tá ið kirkjur ella samfeløg vóru sær sjálvum nóg mikið. Syndarligar mannalagnur og samfeløg við kúgan, harðskapi og tvørrandi opinleika.

Vit valdu opinleikan. Tey positivu árini av altjóða samvinnu innan útbúgving, mentan og vinnulív eru sjónlig í søguligari tíð.

Sum ein neilig fylgja av altjóða samfelagnum lótu landamørkini uppaftur fyri ferðandi og okkara egnu landsmonnum (m/k) í útisetu ella útlegd. Úrslitið er Covid-19 staðfest okkara millum. Men, hvat var alternativið?

Hvør okkara ynskir eitt samfelag, har børn og barnabørn í útisetu hava torført við at vitja ella koma heimaftur at búgva?

Hvør okkara ynskir, at okkara sjófarandi synir og døtur í fremmandari havn langt av landi skotin mega fara frá bryggju sjúk og ússalig og møguliga ikki bera boð í bý?

Hvør okkara ynskir eitt samfelag við lægri livifóti, lægri fólkapensjón og tvørrandi almennum tænastum. Hvør okkara ynskir at frásiga sær møguleikan at fáa heilsubót á framkomnum sjúkrahúsum í grannalondum?

Tað gjørdi mær ilt um ólavsøkumundið at staðfesta mín egna dupultmoral. Á ein hátt gleddust vit um, at russisk skip við sjúkari manning vóru farin úr føroyskum sjóøki.

Vóru tað synir ella versynir okkara, ið sjúkir máttu sigla úr útlendskari havn, tí teir vóru fremmandir í landinum, valdaði harmur, tregi og vreiði.

Vituligt er at altjóða løgfrøði og sáttmálar av ymiskum sløgum eru galdandi í eini sjófarandi tjóð. Tó, tað skar í hjartað at hoyra, at sjúk sjófólk løgdu frá landi út í ókenda framtíð. Sum kristin eiga vit ikki einans at hugsa løgfrøði. Vit eiga at hugsa við hjartanum og finna etiskar leiðreglur.

Etiskt er tað skeivt, at sjófólkum verður noktað heilsubót. Skeivleikin er eins stórur, um tað er skiparin umborð ella myndugleikin í fremmandari havn, ið eru forðingin.

Nú skriðan er lopin verður mælt til at fara í bøn fyri landi og fólki. Latum okkum í Jesu navni biðja um Guðs vernd og leiðslu bæði á landi, sjógvi og loftferðslu.

Latum okkum biðja fyri tí politisku skipanini og allari fakligari serfrøði, at Guðs vísdómur nemur avgerðir og vitan.

Latum okkum biðja fyri teimum gomlu, sjúku og teimum, ið eru í vandabólki.

Latum okkum biðja fyri teimum, ið kenna seg illa og pínast av hugsanini um at vera orsøk til smittu. Heilagi Guð og faðir, gev teimum sálarfrið og sjálvsvirði.

Um vit kenna okkum ósek og hava lyndi at peika eftir øðrum. Heilagi Guð og faðir, spar okkum fyri hugmóð. Vís okkum egin brek, so vit av sonnum hjarta saman við øðrum bera tær byrðar, ið Covid-19 leggur á samfelagsins herðar.

Takk, Jesus, at tú ert við vára lið í dag, í morgin og altíð. Amen.

Orðið: “Og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara.” (Matteus 6,12).

Jógvan Fríðrikson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo