Nú løgtingsval stendur fyri framman, vilja vit rithøvundar nýta høvið til at vísa á nakrar av stóru avbjóðingunum hjá føroyskum rithøvundum. Vit vilja eisini vísa á nakrar ítøkiligar loysnir og átøk til at styðja uppundir lesingina hjá føroyingum, og til at tryggja framleiðsluna av dygdargóðum bókmentum. Við politiskum vilja kunnu hesar setast í verk, tá ið løgtingsvalið hevur verið og nýggj politisk leiðsla tekur við.
Lesarar, lesing og lesiførleiki
Lesing og lesiførleiki er hornasteinurin undir einum vælvirkandi fólkaræði. Summi lesa nógv, meðan onnur lesa at kalla ongantíð. Orsøkirnar kunnu verða so mangar. Nakrar hanga óloysiliga saman við, hvussu góða atgongd fólk hava til bøkur og annað lesitilfar, meðan aðrar kunnu skyldast natúrlig viðurskifti sum orðblindni, blindni ella onnur lesitarn, sum summi av okkum eru fødd við. Uttan mun til orsøkina, so finnast mátar at bøta um støðuna hjá øllum, soleiðis at øll kunnu kenna seg sum javngóðar borgarar og luttakarar í okkara livandi fólkaræði. Fyri okkum rithøvundar hevur tað alt at siga, at fólk lesa.
Uttan lesarar, eru vit onki.
Tí taka vit tað í allar størsta álvara, tá ið lesivanakanningar í Føroyum seinastu árini vísa, at føroyskir skúlanæmingar lesa nógv minni enn skúlanæmingar í okkara grannalondum. Lesa skúlanæmingar í Føroyum nógv minni enn aðrastaðni, hvussu illa stendur tá til við lesivanunum hjá teimum vaksnu? Vit tora næstan ikki at spyrja. Kanningarnar vísa eisini, at støðan er sera ymisk frá skúla til skúla, ja eisini frá flokki til flokk í sama skúla, og hetta ørkymlar okkum eisini, tí tað bendir á, at lærarar ganga í sjálvdrátti, tá vit tosa um lesing, og at skúlar eru, sum onga yvirskipaða ætlan hava fyri, hvørja úrtøku næmingarnir skulu hava av lesing. Í seinastu frágreiðingini verður sagt, at orsøkirnar til støðuna eru fleiri, men staðfest verður kortini púra greitt, at tað, sum er altavgerandi fyri at stimbra undir lesihugin, er, at næmingarnir hava atgongd til bøkur og annað lesitilfar, sum hevur teirra áhuga, og at teir verða kunnaðir um, at tað er til, í skúlanum, heima og aðrastaðni. Tørvur er sostatt á bæði bókunum sjálvum og á fólki og tilfari til at miðla tær við. Tað góða er, at ein av niðurstøðunum í kanningini sigur, at føroyskir skúlanæmingar velja føroyskt lesitilfar fram um bæði enskt og danskt, hava teir møguleika til tað. So her eiga vit at bera skjótt at.
Skúlabókasøvn og skúlabókavørðir
Í fólkaskúlanum eru tað skúlabókasøvnini, sum skulu hava bøkur til taks til allar bólkar av næmingum og í øllum aldri. Vit rithøvundar vita ikki, hvussu støðan er í hvørjum einstakum skúla, men vit hava hoyrt, at tað eru fólkaskúlar, sum onki skúlabókasavn hava, og vit vita við vissu, at tað er fáir fólkaskúlar – um nakar – sum hevur útbúnar skúlabókavørðir í starvi. Hetta er ikki at lasta skúlunum, tí veruleikin er, at tað eru meira enn 20 ár síðan landið seinast bjóðaði lærarum at útbúgva seg til skúlabókavørð. Tí halda vit í Rithøvundafelag Føroya, at eitt tað fyrsta, sum politikararnir eiga at gera, er at syrgja fyri, at Fróðskaparsetur Føroya, saman við avvarðandi pørtum, so sum Landsbókasavninum, NÁM og øðrum, alt fyri eitt skipar eina útbúgving til skúlabókavørðir.
Eisini mæla vit til, at allir skúlar fáa umstøður til at hava eitt vælvirkandi skúlabókasavn, tess fyrr tess betri. Vit ivast ikki í, at hesi bæði átøk høvdu verið stór stig á leiðini fram at bøta um lesivanarnar og lesiførleikan hjá føroyskum skúlanæmingum – og í longdini okkum øllum.
Føroyskar ljóðbøkur á netinum
Fólk við lesitarni eru í einari serligari støðu, og tí hava tey brúk fyri at hava atgongd til alternativar mátar at lesa bøkur upp á. Her eru ljóðbøkur eitt sera týðandi tilboð, sum eisini fólk uttan lesitarn í alsamt størri mun velja fram um prentaðu bókina. Tí er tað bæði ørkymlandi og átaluvert, at føroyskar ljóðbøkur ikki longu eru tøkar á netinum, hvørki til fólkaskúla ella aðra undivísing, og heldur ikki til almenningin. Vit hava ein stovn, sum eitur Ljóðbókatænastan, sum ger eitt stórt arbeiði við at lesa inn og framleiða ljóðbøkur, men ljóðbøkurnar koma ikki víðari út til teirra, sum skulu hava atgongd til tær. Hetta eiga politikararnir alt fyri eitt at fáa skil á, tí tað áliggur beinleiðis myndugleikunum í lóg at syrgja fyri, at fólk við lesitarni fáa atgongd til ljóðbøkur.
Vit ivast ikki í, at hetta eftir stuttari tíð hevði bøtt munandi um lesivanarnar og lesiførleikan hjá ikki bara skúlanæmingum og lesandi á øllum stigum, men eisini hjá føroyingum sum heild.
Stuðul til ritstjórn og miðlan av bókmentum
Nøgd er gott, men dygd, fjølbroytni og tíðarbæri skal eisini til. Vit kunnu øll fegnast um, at tað kemur so nógv út á føroyskum sum tað ger. Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotin og NÁM geva út samanlagt einar 200 bøkur út á føroyskum árliga, og hetta ger, at samlaða nøgdin av bókum og øðrum tilfari á føroyskum er stór og alsamt vaksandi. Men hví sæst hetta ikki aftur í lesivanunum hjá okkara skúlanæmingum?
Gleðin um útgávunøgdina eigur ikki at gera okkum blind fyri teimum avbjóðingum, sum eisini eru, og sum viðvirka til, at okkara skúlanæmingar ikki lesa meira enn teir gera av føroyskum bókum. Vit hava longu nevnt miðlanina, alt frá skúlabókasøvnum, við sínum skúlabókavørðum, til ummæli og umrøðu í miðlum og allastaðni, har til ber at miðla bókmentir.
Miðlastuðul og annar stuðul til miðlan av mentan hevur stóran týdning, men tað hevur eisini týdning at menna skipanirnar, sum stuðla undir, at forløgini geva út slíkar bøkur, sum skúlanæmingar og onnur tíma at lesa, eisini týðingar av útlendskum metsølubókum, og at allar útgávur eru so væl úr hondum greiddar sum til ber. Tí mæla vit til, at starvsløn ella annar stuðul verður latin til ritstjórar, til dømis gjøgnum ein ritstjórnargrunn. Eisini mæla vit til, at forløgini verða betur stuðlað enn nú til at miðla sínar útgávur betur, til dømis gjøgnum felags sølusamstarv teirra í Bókamiðsøluni, ella á annan hóskandi hátt.
Dagføring av bókasavnsgjaldinum
Rithøvundar og aðrir rættindahavarar fáa eitt gjald afturfyri, at bókasøvnini í Føroyum sleppa at læna út bøkur teirra ókeypis. Hetta gjald er ásett í bókasavnslógini og eitur á mannamunni bókasavnsgjaldið. Fyri summar rithøvundar hevur bókasavnsgjaldið havt stóran týdning, men av tí at bókasavnslógin ikki er dagførd síðan 2004, hevur játtanin á løgtingsfíggjarlógini til bókasavnsgjald staðið í stað í næstan 20 ár, og tað hevur gjørt, at gjaldið er blivið so tunnbýtt, at tað hvørki ger til ella frá. Hetta er beinleiðis í stríð við andan í lógini, og eisini í andsøgn við lógina um upphavsrætt, har tað greitt er ásett, at rættindahavarar eiga rættvíst viðurlag fyri brúk av verkum teirra. Tí fegnast vit um, at eitt uppskot um nýggja bókasavnslóg nú er klárt at leggja fyri løgtingið, har ásetingarnar um bókasavnsgjald eru dagførdar. Vit heita tí á tey, sum verða vald og koma í leiðslu landsins, um at minnast til at leggja hetta uppskot fyri løgtingið skjótast til ber, og ikki minni um at syrgja fyri, at játtanin á løgtingsfíggjarlógini til bókasavnsgjald til rættindahavarar eisini verður dagførd og hækkað samsvarandi.
Orðing av einum almennum mentanarpolitikki
Helvtin av tilveru okkara í dag er talgild, og hendan helvt er á privatum hondum og verður stýrd av privatum áhugamálum. Eyðkennið fyri hetta slag av mentan er, at hon skal vera ’ókeypis’ fyri brúkaran, í okkara føri: lesaran. Vit eru so at siga uppvaksin við hesum hugburði, ikki minst takkað verið ’ókeypis’ stroymingartænastum sum Spotify, og tað kemur okkum ikki til hugs, at onki er ókeypis, og at veruleikin bara er tann, at tað er onkur annar, sum rindar fyri tað, og onkur annar, sum fær vinningin. Tey, sum rinda fyri tað við mistari inntøku, eru rithøvundarnir, tónleikararnir og listafólkini, sum skapa tilfarið, og tú sum brúkari, hvørja ferð tú gevur tænastuni loyvi til at selja upplýsingar um teg, tínar vanar og tína talgildu nýtslu. Tey, sum vinna pengarnar, eru ikki rithøvundarnir, tónleikararnar ella listafólkini, sum skapa tilfarið, men privatu fyritøkurnar, sum eiga stroymingartænasturnar.
Hesar fyritøkur hava í løtuni frítt spæl kring allan heim, tí politikararnir hava ikki dirvi til at gera líknandi reglur fyri talgilda heimin, sum tær reglur, ið eru galdandi í ikki-talgilda heiminum. Hesin veruleiki er tann størsta einstaka alheims avbjóðingin fyri allar listagreinir, bæði skapandi og útinnandi, beint nú. Tí er tað av alstórum týdningi, at politikarar, eisini her í Føroyum, vísa dirvi til at greina støðuna og seta í verk reglur, sum tryggja rættindini hjá rithøvundum og øðrum listafólkum. Politikarar mugu gera sær greitt, at tað er onki sum eitur ’ókeypis’ stroyming av mentanartilfari, og at vit mugu bæði hava skipanir, sum óheftar av vinnuligum, politiskum, átrúnaðarligum ella øðrum áhugamálum miðla talgilda mentan og list, so sum bókasøvn og aðrar almennar ella kommunalar tænastur við líknandi innihaldi, og skipanir, sum eina ferð með alla tryggja teimum, sum skapa tilfarið, rættvíst viðurlag fyri nýtsluna. Alt annað er at rokna sum reinur stuldur.
Hetta er eitt stórt mál, sum eigur at verða tikið upp á hægsta stigi og orðað í einum almennum mentanarpolitikki. Tí mælir Rithøvundafelag Føroya politikarunum, sum valdir verða, til at seta sær fyri at orða ein almennan mentanarpolitikk fyri Føroyar skjótast til ber. Ein síðuvinningur av einum slíkum arbeiði er, at almenningurin fær størri innlit í og verður meira tilvitaður um, hvussu talgilda tilveran í veruleikanum er samansett.
Samandráttur av tilmælunum
Tilmælini hjá Rithøvundafelag Føroya til tykkum, sum stilla upp og verða vald á løgtingsvalinum 8. november 2022, eru soleiðis hesi:
-
Setið á stovn eina útbúgving á Fróðskaparsetrinum til skúlabókavørðir
-
Syrgið fyri, at allir fólkaskúlar hava skúlabókasøvn við tilfari til allar bólkar av skúlanæmingum
-
Stuðlið ritstjórn av føroyskum bókmentum, til dømis við einum ritstjórnargrunni
-
Stuðlið miðlan av føroyskum bókmentum í Føroyum, til dømis við hægri játtan/hægri stuðli til forløgini
-
Syrgið fyri, at føroyskar ljóðbøkur alt fyri eitt verða tøkar á netinum
-
Dagførið bókasavnsgjaldið og hækkið tað samsvarandi
-
Leggið uppskotið um nýggja bókasavnslóg fyri løgtingið skjótast til berOrðið ein almennan mentanarpolitikk, sum eisini tekur hædd fyri, at helvtin av tilveru okkara í dag er talgild
Rithøvundafelag Føroya ynskir teimum uppstillaðu, veljarunum og mentanini og listini í Føroyum eitt gott løgtingsval 8. november 2022.
Nevndin í Rithøvundafelag Føroya
Vónbjørt Vang, forkvinna
Sissal Kampmann, næstforkvinna
Bergur Rasmussen, peningarøkil
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, skrivari
Oddfríður Marni Rasmussen, nevndarlimur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo